Hanus Vang
????????????
ÚTSTYKKINGAR
Tá Býráðið í sínum "vísdómi" ger útstykkingar, oyðsla teir so við lendinum at tað sær út til at teir halda Føroyar eru víðari land enn eitt nú Ísland.
Men tað passar ikki! Tí Føroyar eru næsttættast fjølbygdar av Norðanlondum.
Í Hoyvík verður alt ið hellir meir enn eini 20 stig lagt út til "fríøkir". Ella rossabeitir.
Men Býráðið eigur at vita at Føroyar hella, tí tað síggja øll hvønn dag.
Nú haldi eg meg hava funnið útav hví at onki verður bygt á lendi við vanligum halli.
Tað er tí at tað als ikki er Býráðið ella tekniska "umsitingin" íð "menna" býin, men eitt danskt ráðgevingarfelag, sum hevur alla ávirkan og avgerðarrætt.
Og sum kunnugt er Danmark av allar slættastu londum. Á henda hátt er føroyska fólkasálin als ikki við til at gera av hvussu vit mynda framtíðina í bústaðarbyggingingini í Suðurstreymoy.
Fyri miljónir árliga lata vit útlendingar skalta og valta við dýrabarum lendi.
( "der udstykkes ikke på skrånende terræn" )
BÝRÁÐIÐ LUMPAR SÆR OGN!
Hoyvíkshagin er vorðin eitt sjálvtøkuborð hjá dýrum donskum ráðgevarum, býráðnum og onkrum býráðslimi.
Teir skitsa eitt sindur á eitt kort, og keypa stóra vídd í senn til grundstykkir, vegir, spælipláss, stovnar og áðurnevndu hellandi fríøkir.
Tá fólk keypa jørð til stykkið gjalda tey munandi meiri fyri fer-meturin enn Býráðið gjørdi. Munurin fer til at gjalda ta jørð í fer til alt rundanum. Men tá avtornar stendur Býráðið sum ognari av lendinum til alt uttan grundstykkini. Tann íð gjaldar alt átti at átt jørðina.
Man tað vera legalt at lumpa smábarnafamiljur?
Kanska var eins frægt bara at tikið býráðið heilt av og síðani lati Rambøll Nyvig í Hørsholm stýrt øllum býnum.
Tí í "Handlingsplan for Thorshavn Komm-une" áseta teir tó at onki skal gerast 100 metrar frá sjóvarmálanum. Og har sæst at teir hava teknað og friðað Sand-víkar.
framhald.










