Føroyar heimsins dýrasta land

Skatturin er í toppi og vanligar matvørur eru munandi dýrari enn í flest øðrum londum í heiminum, sigur samtakið av fakfeløgum. Men hóast hetta, hava politikararnir ítøkiligar ætlanir um at leggja stein oman á byrðu og oysa økt avgjøld og skattir yvir meiniga borgaran, soleiðis at hesin verður í vanda fyri at hokna undan. Satt at siga er meinigi føroyingurin um at verða spentur fastu á peningaliga pínibonkin. Verður hetta ikki steðgað kann væntast, at fráflytingin, sum vit sóðu í nítiárunum, aftur gerst veruleiki. Avleiðingarnar av hesum kunnu gerast sera álvarsamar og drúgvar, sigur samtakið.

Fleiri kanningar hava seinastu tíðina víst, at Føroyar er eitt av heimsins kostnaðarmiklastu londum at liva í. Millum annað eru matvørurnar sera kostnaðarmiklar og munandi kostnaðarmiklari hjá føroyinginum at keypa enn hjá íbúgvunum í øðrum londum. Seinastu tíðina eru fleiri kanningar gjørdar, sum vísa prísstigið á matvørunum, ið vit kunnu keypa í føroyskum handlum. Tann eina av kanningunum, ið Kristianna Rein hevur gjørt, vísti á, at um hugt verður eftir 32 gerandisvørum, eru hesar í miðal 56% dýrari enn í Danmark. Hetta eru ógvuslig tøl, tí frammanundan telist Danmark millum tey lond, ið eru kostnaðarmiklast at liva í.

Millum annað er mjólk í Føroyum meira enn tvífalt so kostnaðarmikil sum mjólk í Danmark. Hetta er í greiðari ansøgn við, at politiski mynduleikin í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2011 hevur uppskot um at skerja stuðulin til mjólk við 1 millión krónum. Við hesum verður føroyska mjólkin helst enn kostnaðarmiklari, sigur samtakið millum annað.