Í fyrilestri um »Rúmliga arbeiðsmarknaðin«, sum Heri Petersen helt á landsfundi Fólkafloksins segði hann, at Føroyar í (næstan) allar mátar er heimsins besta land.
Hann byrjaði við at siga, at føroyingar eru heimsins raskastir at arbeiða. Heili 88% av føroyingum millum 16 og 64 ár eru knýttir at arbeiðsmarknaðinum so ella so. Tað er meira enn sjálvt íslendingar, har talið er 86%.
Heri Petersen nevndi eisini, at føroysku kvinnurnar er tær raskastu í Europa at føða børn.
Hann nevndi, at í mun til lønarlagið eru sosialu veitingarnar í Føroyum tær bestu í verðini. So niðurstøðan er, at Føroyar eru eitt av heimsins bestu londum at liva í.









