John Johannessen
Fólkatingsvalevni Javnaðarfloksins
????
Ein tann størsta avbjóðingin í dag er altjóðagerðin. Heimurin stendur okkara ungdómi opin við veldugum møguleikum.
Okkara ungdómur hevur alheimin sum arbeiðsmarknað og møguleikarnir eru at kalla markleysir, um forteytirnar eru í lagi. Týdningarmesta fortreytin er útbúgving og førleikar.
Týdningarmesta tilfeingi í framtíðini verður vitan og førleikar - evni at laga seg eftir skiftandi umstøðum í einum heimi í áhaldandi og skjótari broytoing.
Heimurin stendur okkara vinnulívið opin um vinnulívið klárar at takla altjóðagerðina.
Tað er tí altumráðandi fyri menning og framburð í Føroyum, at vit troyta møguleikarnar, ið altjóðagerðin bjóðar og at vit megna hetta.
Vit skulu tí vera við á altjóða pallinum - vit skulu taka lut í altjóðagerðini viðurkenna altjóðagerðina sum eina røða av møguleikum og avbjóðingum - ikki sum eina røð av hóttanum móti okkara mentan og samleika. Føroysk mentan og samleiki eru sterkari enn so, at tey verða týnd av altjóðagerð. Men hetta krevur, at vit støðugt menna og brynja okkum til altjóðagerðina við betri og betri útbúgvingarskipanum og við at byggja mentanar-ligar og politiskar brýr til umheimin.
Menna samstarv við Danmark, við ES sum heild og við aðrar tjóðir t.d. USA, Ísland og Noreg um útbúgving og gransking.
Fólkatingsessurin er eitt av mongum avboðum í hesi tilgongd. (Nýta fólkatingssessin sum eitt strategiskt amboð í hesi tilgongd fram móti nógv størri altjóða samstarvi)
Fólkatingið er ein av mongum stovnum, ið gevur góðar møguleikar at styrkja okkara støðu í altjóðagerðini.
Vit vilja tí nýta fólkatingssessin sessin sum lopfjøl út í heim. Hann kann vera við til at lata dyr upp úteftir á europeiska meginlandið og víðari ut í heimin.
Hava ein strategi fyri okkara altjóða samstarvi.
Vit skulu eisini hava størri uttanríkispolitiskar heimildir. Vit skulu sjálvsagt hava ávirkan alt altjóða samstarv, sum hevur týdning fyri menning og trivnað í føroyska samfelagnum. Hetta er partur av okkara fólkatingspolitikki so væl sum av okkara sjálvstýris- og sjálvbjargnispolitikki.
Vit skulu hava sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum!
Á fólkatingi vilja vit byggja brýr millum Føroyar og Danmark, millum Føroyar og umheimin. Við áhaldandi kunning, upplýsing, við at skipa netverk og við at skapa økta fatan á øllum stigum fyri okkara viðurskiftum. Brúka tær kontaktflatur sum eitt so stórt og viðurkent ting hevur út í heim.
Vit skulu jú sjalvsagt menna samstarvið Danmark, samstundis sum vit menna sjálvstýrið og sjálvbjargni.
Alt ov nógv politisk orka fer til tugan um fullveldi ella samband. Eingin forðar okkum í at taka ta loysing. Hesum ráða vit sjálv fyri. Men so leingi ein meiriluti ikki ynskir loysing, ræður um at finna eina virðiliga støðu í ríkinum. Hetta hava vit gjørt við at skapa fortreytir fyri eini breiðari tjóðskaparligari semju. Soleiðis vit koma víðari eftir tí hóvligu og stabilu sjálvstýrisleið, sum ein breiður meiriluti av Føroya fólki ynskir.
Latið okkum nýta politiska orkuna til at menna eitt positivt og fruktagott samstarv við Danmark og við allan heimin, samstundis sum vit menna okkara politiska og búskaparliga sjálvstýri.
Eitt samstarv millum javnlíkar samstarvspartar.
Leiðin fram í øllum altjóða høpi er samstarv.
Samstarv gevur úrslit á snøgt sagt øllum økjum.
Velji ein flokk, sum megnar at skapa hetta samstarv - veljið javnaðarflokkin!