Føroyar hava vunnið stórt

Eftir at tað í nakrar dagar ikki hevur gingið, sum tað frammanundan varð vónað og kanska roknað við, tá ið Qatar var mótstøðuliðið í gjár, so hevur føroyska talvlandsliðið reist seg seinnapartin í dag.

Føroyar hava vunnið so rudduliga ímóti Libanon. Úrslitið var 3,5 - 0,5.

Helgi Dam Ziska á fyrsta borði og Heini Olsen á triðja borði vunnu síni talv, og Martin Poulsen á fjórða borði vann eitt hálvt stig remis.

Eftir sat John Rødgaard við hvíta fólkinum á triðja borði. Talan var leingi um kompliseraða støðu, og tað tók sína tíð at telva seg fram til úrslitið.

Í endaspælinum var John Rødgaard væl stinnari enn mótstøðumaðurin, sum legði kongin í støðu, tá ið hann stóð til at verða settur skákmát av John Rødgaard.