09.09.09.
Henda dagfestingin er júst nú innskrivað við stórum stavum í føroyska og altjóða fótbóltssøgu!
Á Svangaskarði hava Føroyar vunnið 2-1 á Litava.
Í 1. hálvleiki var eingin munur á liðunum, og leikliga vóru Føroyar einki aftanfyri mótstøðumenninar.
Eftir steðgin var føroyska liðið undir ógvuliga stórum trýsti. Tá vórðu gomlu metodurnar nýttar. Ein ofraði seg fyri allar, og allir ofraðu seg fyri ein.
Í 13. minutti legði Súni Olsen Føroyar á odda við framúr frísparki úr 17 metrum.
Tomas Danilevicius javnaði við brotssparki, sum var óneyðugt, og Arnbjørn Hansen skoraði sigursmálið við stútara eftir hornaspark.
Tá vóru 33 minuttir farnir, og síðani megnaðu føroyingarnir at halda tørn!!!
7 min
0-0
Føroyingar hava lagt bragdliga og álopskent fyri. Símun Samuelsen hevur longu havt eitt gjøgnumbrot og eina skotroynd úr 18 metrum.
Jákup á Borg hevur eisini verið væl upplagdur í royndunum at mynda álop.
12 min
1-0!!
Súni Olsen hamrar fríspark úr 17 metrum í málið. Frísparkið varð dømt, tá ið Christian Lamhauge Holst varð feldur mitt fyri og á brotssparksmarkinum.
20 min
1-0
Føroyska liðið hevur verið leikliga omaná. Ikki minst Jákup á Borg og serliga Símun Samuelsen hava verið ógvuliga væl upplagdir í álopspartinum, og í verjupartinum hevur alt liðið stríðst væl, og tað hevur hingið væl saman ímillum keturnar.
21 min
1-1
Litava hevur javnað við brotssparki. Málskjútti var Tomas Danilevicius. Púra óneyðugt tveitti Bartal Eliasen seg niður í miseydnaða takling stutt uttanfyri málteigin.
Litava hevur verið sera trilvandi, men nú er støðan 1-1, og gestirnir tykjast hava fingið blóð á tonna.
33 min
2-1!!
Arnbjørn Hansen stútar hornaspark í málið eftir horna úr høgru frá Jákupi á Borg. Hetta var triðja hornasparkið úr høgru á rað. Í næsta førinum bjargaðu litavar á linjuni, eftir at Bartal Eliasen hevði stútað, og síðani fluktaði Arnbjørn Hansen í stólpan.
40 min
2-1
Síðstu løtuna hava føroysku spælararnir tiltuskað sær óneyðug gul kort. Tað kann fara at vísa seg at gerast vandamikið.
45+1 min
2-1
Hálvleikur.
Føroyska avrikið hevur verið so nógvar ferðir betri, enn tað var í 1. hálvleiki leygardagin í Eysturríki.
Føroyska liðið hevur støðugt megnað at spæla skjótt og djúpt og eisini við atsóknum í borðunum við fínum innleggum.
Stóra avbjóðingin eftir steðgin verður, hvussu tað verður við stýrkini og úthaldninum.
50 min
2-1
Litavar hava sett føroyska liðið undir stórt trýst fyrstu løtuna eftir steðgin. Símun Samuelsen hevur fingið óneyðugt gult kort frammi á miðjuni, og tað er eitt sindur av fjáltri á føroysku spælarunum. At lotið er ímóti tykist darva, tá ið føroyingarnir viðhvørt roynaat bjóða av í álopsspæli.
60 min
2-1
Talan er so at siga um powerplay frammanfyri føroyska málið. Litavar hava fyri lítlari løtu síðani sett tveir nýggjar menn inn á vøllin.
70 min
2-1
Andreas Lava Olsen er komin á vøllin fyri Arnbjørn Hansen. Litaviska trýstið er síðstu løtuna lætt eitt lítið sindur, og av og á megna føroyingar nú aftur at finna hvønn annan við avspæli niðri á vøllinum.
80 min
2-1
Tað er øgiligt trýst á málinum hjá Jákupi Mikkelsen. Eftir horna úr vinstru endar bólturin á samankomingini,og eftir næsta horna verður út fýra metrum stútað á Jákup Mikkelsen.
85 min
2-1
Bólturin hevur fleiri ferðir dansað leysur í føroyska málteiginum, men føroysku spælararnir hava allir ofrað seg í verjupartinum. Litavar tykjast at vera ógvuliga sperdir, og hugflogið hjá teimum er ikki so stórt.
90 min
2-1
4 minuttir eru lagdir aftrat
Brian Olsen er komin inn á føroyska liðið fyri fyrstu ferð. Hann hevur loyst Jákup á Borg av.
Føroyar-Litava (2-1)
Dómari: Istvan Vad úr Ungarn
Føroyar: Jákup Mikkelsen - Johan Troest Davidsen, Bartal Eliasen, Atli Gregersen, Einar Hansen - Christian L. Holst, Jákup á Borg (Brian Olsen, 90.), Súni Olsen, Jann Ingi Petersen, Símun Samuelsen - Arnbjørn Hansen (Andreas Lava Olsen, 68.)
Gult kort: Christian Lamhauge Holst 35., Jákup á Borg 36., Einar Hansen 39., Símun Samuelsen 50., Jákup Mikkelsen 62.
Á beinkinum: Andreas Lava Olsen, Egil á Bø, Jónas Þór Næs, Andrew av Fløtum, Gunnar Nielsen, Brian Olsen, Jóan Símun Edmunsson.
Venjari: Brian Kerr
Litava: Zhidrunas Karchemarskas - Deividas Semberas, Marius Stankevic, Andrius Skerla, Ignas Dedura, Edgaras Cesnauskis, Tomas Danilevicius, Darvydas Sernas, Arunas Klimavici, Kestutis Ivaskevi, Linas Pilibaitis
Gult kort: Arunas Klomavici