Føroyar hava vunnið 560 oyggjaleikaheiðursmerki

OYGGJALEIKIR: Síðani 1985 hava okkara ítróttarfólk vunnið okkum 560 heiðursmerki á teimum 16 oyggjaleikunum, sum hava verið hildnir

Føroyar eru fimtbesta oyggjaleikatjóðin um ein telur saman øll heiðursmerki, sum eru vunnin síðani fyrstu oyggjaleikirnar, sum vóru á Man í 1985.

 

Samanlagt hava Føroyar á 16 oyggjaleikum vunnið 560 heiðursmerki. Vit hava vunnið 180 gullheiðursmerki, 173 silvurheiðursmerki og 207 bronsuheiðursmerki.

 

Tað eru fýra oyggjasamfeløg við størri íbúgvaratali, sum liggja frammanfyri okkum á tí søguliga yvirlitinum. Jersey hevur vunnið 1.426 heiðursmerki síðani 1985. Man hevur vunnið 1.216 heiðursmerki og Guernsey hevur vunnið 1.203 heiðursmerki. Nummar fýra er Gotland við 624 heiðursmerkjum.

 

Bestu og mest minniligu oyggjaleikirnir hjá Føroyum vóru oyggjaleikirnir í Álandi í 2009. Á oyggjaleikunum í Álandi vunnu Føroyar ikki færri enn 81 heiðursmerki, og vit vunnu oyggjaleikirnar á fyrsta, og higartil einasta sinni. Føroyar vunnu á leikunum í 2009 heili 34 gullheiðursmerki, 23 silvurheiðursmerki og 24 bronsuheiðursmerki.

 

Nú krossar øll tjóðin fingrar fyri, at vit vinna okkum væl uppum tey 600 heiðursmerkini á tí søguliga yvirlitinum, nú oyggjaleikirnir í Gotlandi byrja komandi leygarkvøld.