Føroyar hava í kvøld vunnið 3-1 í U21 heimadysti ímóti Andorra. Øll tey føroysku málini vórðu skorað í 2. hálvleiki.
Annar av føroysku venjarunum, Bill Jacobsen, ásannaði eftir dystarlok, at tað í 1. hálvleiki hevði kenst tungt at vera favorittur.
Eftir steðgin varð smáspælið aftarlaga á vøllinum partvís avloyst av longum sendingum, og við at spælararnir vóru longri frammi á vøllinum.
Tað gav úrslit. Umframt at føroysku spælararnir skoraðu trý mál, so raktu teir tvær ferðir í stólparnar.
-------
90 min.
3-1
Liðugt
Kristoffur Jakobsen staðfesti 3-1 sigurin, tá ið hann setti fríspark beinleiðis í málið!
Stutt frammanundan hevði Oddmar Færø loyst Páll Klettskarð.
-------
75 min.
2-1: Rógvi Baldvinsson
eftir frísparksinnlegg í stólpan og eitt sindur av aftur og fram.
Finnur Justinussen er settur á vøllin fyri Øssur Dalbúð.
-----
70 min.
1-1
Føroyska liðið tykist sinniliga at vera omaná, men enn hevur tað ikki eydnast at fáa meiri úrtøku burturúr enn útjavnandi málið, tá ið 2. hálvleikur var fimm minuttir gamalur. Steinar Kambann skoraði málið, eftir at hann varð spældur leysur av Øssuri Dalbúð.
Dánjal á Lakjuni er komin á vøllin. Hann hevur loyst Steinarr Kamban av.
----
60 min.
1-1
Andorra var leingi á odda í U21 landsdystinum í Gundadali. Málið skoraðu teir, tá ið lítil hálvur tími var farin.
Føroyar vóru leikliga omaná mesta partin av 1. hálvleiki, men tað var ikki fyrrenn eftir 50 minuttir, at tað eydnaðist at javna.