Umhvørvi
Í Sosialinum fríggjadagin, segði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, at ein breið politisk semja er undir landi um skerjing av útláti av veðurlagsgassum.
Landsstýriskvinnan í innlendismálum, Annika Olsen, kallaði til tíðindafundar klokkan 11 í morgun, og tá hesar reglur vórður skrivaðar fyrr í morgun, bendi alt á, at hon á tíðindafundinum fór at kunngera eina breiða politiska semju í Føroyum.
Sum skilst, snýr semjan seg um, at Føroyar vilja binda seg til at minka um sítt útlát av veðurlagsgassum við 20% fram til 2020 – frá 2005 at rokna.
Føroyar sjónligar
Nú veðurlagsráðstevna verður í Keypmannahavn seinni í ár, og ætlanin er at finna semju um eina altjóða veðurlagsavtalu, hava Føroyar fleiri ferðir sett fram ynski yvirfyri donsku stjórnini um, at Føroyar ynskja eina sjálvstøðuga binding á hesum øki.
Jørgen Niclasen segði fríggjadagin, at arbeitt hevur verið bæði á embætismannastigi – og á politiskum stigi fyri at náa undir land við eini avtalu við danskar myndugleikar.
- Vit ynskja, at Føroyar gerast partur av komandi altjóða veðurlagsavtaluni við eini binding, sum tekur atlit til føroysk viðurskifti og er beinleiðis galdandi fyri Føroyar, segði uttanríkisráðharrin.
Tað er uttanríkisráðið við Jørgeni Niclasen á odda, sum stendur fyri sjálvum samráðingunum um bindingar, meðan sjálvt umhvørvismálið, sum ein slík avtala eisini er, liggur undir innlendismálaráðnum, har Annika Olsen er landsstýriskvinna.
Tjóðarsemja
Tað var ein fegin Annika Olsen, landsstýriskvinna, sum vit hittu í telefonini í morgun fyri tíðindafundin klokkan 11.
Hon vildi ikki siga ítøkiliga, hvat landsstýrið fór at leggja fram í morgun, men vit skiltu á henni, at breiða politiska semjan, sum starvsbróðir og floksfelagi hennara í landsstýrinum, Jørgen Niclasen, sipaði til í blaðnum fríggjadagin, nú er veruleiki.
- Hetta er ein breið semja, bæði fólksliga og politiskt. Vit kunnu siga, at hetta er ein tjóðarsemja, har eingin er ímóti uppskotinum um skerjing av okkara útláti við 20% fram til 2020 – frá 2005 at rokna, sigur Annika Olsen.
Hon vísir á, at eingin, sum hevur havt uppskotið til hoyringar, hvørki fakliga ella politiskt, hevur sett seg upp ímóti tí.
- Ymiskar viðmerkingar hava verið til uppskotið, og ymisk ynski eru sett fram, men eingin er ímóti. Hetta eri eg sera fegin um, og nú fara vit at samráðast við danir við einari tjóðarsemju aftanfyri fyri okkum.
Annika Olsen avdúkaði tó so mikið í morgun, at allir flokkar taka undir við uppskotinum um 20% skerjing av útlátinum av veðurlagsgassum.
Tíðin gongur
- Tíðin gongur, og nú mugu vit handla skjótt. Vit hava tosað nógv við danir um hetta mál, men eru ikki komin undir land. Nú hava vit so hesa breiðu semju aftanfyri okkum, og við henni fara vit at leggja trýst á danir um, at Føroyar gerast sjónligar í veðurlagsavtaluni.
Annika heldur, at Føroyar við hesi semju rættiliga hava sett sær mál og hava kýtt seg.
- Nú verður tað okkara uppgáva at leggja trýst á danir um, at Føroyar vilja verða sjónligar í hesi avtalu. Hvussu vit sum tjóð skulu gerast sjónlig, veit eg ikki rættiliga at siga í løtuni, men tað er hetta mál, vit nú fara at loysa í samráðingum við danir.
Annika Olsen kundi hugsað sær, at Føroyar sum tjóð stóðu undir skjalinum – ella, at Føroyar við einum eykaskjali, sum hon tekur til, stóð undir danska skjalinum.
- Júst, hvussu Føroyar skulu síggjast aftur í aljtóða avtaluni, vita vit í løtuni ikki, men tað skal so verða á ein ella annan hátt, leggur hon aftrat.
Føroyar fremst
Landsstýriskvinnan vísir á, at semjan í Føroyum er kollveltandi á tann hátt, at vit í skjali vilja binda okkum til uppaftur størri skerjingar í útláti enn fleiri onnur lond og felagsskapir av londum.
Hon sigur, at í ES tosa tey um eina sonevnda EGS-skipan við kvotum, har ávísur stórídnaður verður tikin burtur úr átøkunum. Hinvegin hava vit ongan stórídnað í Føroyum.
- Føroyska átakið merkir, at vit avgjørt liggja í toppinum, tá ræður um skerjing av útláti av veðurlagsgassum, staðfestir landsstýriskvinnan.
Annika Olsen sigur, at hetta mál hevur verið tikið í stórum álvara í Føroyum.
- Øll hava verið ógvuliga seriøs og tey, sum hava gjørt viðmerkingar, hava verið ógvuliga positiv um saman at finna eitt føroyskt stev, sum ber á mál. Eg eri ógvuliga fegin um tað arbeiði, sum fylgibólkarnir hava gjørt, bæði fakliga og politiskt, sigur landsstýriskvinnan.









