Fremmandavitjan
Flogvøllurin:
?Landið er ótrúliga vakurt, og fólkið er sjáldsama blítt og fyrikomandi.
Soleiðis ljóða nøkur av lovorðunum, eitt franskt sjónvarpslið, sum hevur verið í Føroyum seinastu dagarnar, hevur at bera fram um Føroyar og føroyingar.
Eitt sjónvarpslið frá almennu fronsku sjónvarpsstøðini, France 3, hevur seinastu tíggju dagarnar ferðast í Føroyum og gjørt upptøkur til tvær sendingar, sum sendar verða einaferð í heyst. Tann fyrra verður send í september, siga tey, meðan tey ikki vita nágreiniliga, nær tann seinna verður send.
Umframt at verða sendar á France 3, verða tær eisini sendar á franska TV 5, sum er fylgisveinasjónvarp og sæst í Føroyum, um ein hevur parabol móttakara. Tær verða sendar á báðum støðum samstundis og senditíðin er sunnudag.
Corinne Bia Rosa, sjónvarpskvinna, sigur við Sosialin, at umleið fýra milliónir hyggjarar síggja regluliga hesar sendingarnar, sum nevndar verða »Faut pas rêver«, sum merkir at gera dreym til veruleika.
Og tað er júst hetta, sendingarnar snúgva seg um. At fara hagar, ein bert hevur hoyrt og droymt um, men vanliga ikki kemur. Tey gera sjónvarpssendingar um vanlig fólk, sum búgva á ikki heilt vanligum støðum, sum tey taka til.
Í Føroyum hava tey tikið upp tilfar til tvær sendingar, sum verða um ræning í Skúvoy og um tyrluflúgvingina hjá Atlantsflogi, greiða tey frá.
Úti í Skúvoy hava tey verið í nakrar dagar og fylgt skúvoyingum, meðan teir rændu havhestaegg. Tey láta væl at, og blíðskapurin var óførur siga tey.
Síðan fóru tey til Gásadals við tyrluni og hittu har avgreiðslukonuna og postmannin, sum tey hava tosað við. Eisini vóru tey úti í Koltri og hittu bóndafólkini har. Umframt hava tey so flogið við tyrluni kring oyggjarnar og tikið myndir.
Sendingarnar verða skipaðar soleiðis í franska sjónvarpinum, at ein vertur er, sum sigur frá sendingunum, umframt ein gestur, sum ummælir tær so hvørt. Hesin gesturin er altíð onkur, sum á einhvønn hátt er rættiliga kendur. Tað verið seg ítróttarfólk, sjónleikari, politikari, ellahvat tað nú kann vera.
Trý evni verða viðgjørd í hvørjari sending, og er hvørt innslagið upp á 12 minuttir. Eitt er úr Fraklandi, eitt er aðrastaðni úr Europa, meðan tað triðja er heilt aðrastðani úr heiminum.
Grundin til, at tey hava valt at koma til Føroya, sigur Corinne Bia Rosa, er at hon sá eina grein um Føroyar í einum fronskum tíðarriti.
Hetta gjørdi so, at hon fekk hugskotið til at koma hendanveg, og tað angrar hon ikki, sigur hon.
?Tað er í grundini løgið, at fransmenn vita so lítið um Føroyar, tí hetta er eitt so frálíkt land og so frálíkt fólk, at tit hava betri uppiborið.
Um fólkið, her býr, sigur ljóðmaðurin, Michel Magnien, at tað er ein merkilig blanding, hann ikki rættiliga kann seta í bás.
?Føroyingar líkjast ikki øðrum norðurlendingum. Til tess eru teir ov fyrikomandi. Men teir líkjast heldur ikki latínarum. Til tess eru teir ikki nóg ágangandi. Teir eru varnir at byrja við, men lættir at koma í samband við kortini. Ein blanding av víkingum og latínarum, heldur hann.
Og tað undrar hann einki petti, tá tulkurin á ferðini, Elin Hentze, so greiðir honum frá, at ivaleyst er eisini franskt blóð í fleiri føroyingum, eftir sum allar sjórænarasøgurnar vita at siga frá.










