Føroyar hava somu eyðkenni sum hini norðurlondini, tá tað snýr seg um kriminalitet og skaðandi atburð millum børn og ung. Tað er alneyðugt at fáa svar, heldur enn at gita, um orsøkirnar. Tað sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum. Kommunusamskipan Føroya, Føroya Kommunufelag, Mentamálaráðið, Almannaráðið, Heilsumálaráðið og løgreglan hava skrivað undir nýggjan SSP-sáttmála, sum skal tryggja, at fyribyrgjandi arbeiði ímóti kriminaliteti millum børn og ung heldur fram.
SSP er samstarv millum sosialar myndugleikar, skúla og politi.
- Tað er ein trupulleiki, at føroyskir ungdómar brúka rúsevni. Føroyska tabumentanin hevur kanska við sær, at vit ikki vísa tí stórvegis ans. Tí er neyðugt við slíkari samskipan, sum SSP bjóðar, sigur Helena Dam á Neystanbø.









