Fyrsta hálva tíman hevur spælbýtið á Tórsvølli, har Føroyar hava vitjan av Malta, verið Føroyum greitt til fyrimunar.
Í málmøguleikum hava Føroyar verið greitt omaná. Talan hevur verið um fýra risastórar málmøguleikar, og í 25. minutti eydnaðist tað at fáa bóltin í málið. Álopið var í høgru, har Jóannes Bjartalíð spældi til Sølva Vatnhamar, sum spældi til handara stólpa, har Klæmint A. Olsen við høvdinum stýrdi bóltin í handara síðunetið.
Frammanundan høvdu Føroyar tríggjar heilt stórar møguleikar:
Tann fyrsti var, tá ið Jóannes Bjartalíð eftir sending úr vinstru varð leysur innanfyri miðverjuna. Tíverri fekk hann ikki tak á bóltinum, tá ið hann ætlaði at stýra hann í málið, og so endaði tað við málsparki.
Næsti møguleikin var, tá ið eitt lítið korter var farið. Jóannes Bjartalíð vann bóltin dygst frammanfyri miðstrikuna í høgru, komin fram ímóti brotsteigarmarkinum legði hann flatt upp á tvørs, har Brandur H. Olsen beinanvegin sendi eitt sindur til vinstru til Klæmint A. Olsen, sum var púra leysur í brotsteiginum, tá ið hann smekkaði til, men málverjin bjargaði.
Og so var tað, at Jóannes Bjartalíð eftir langa framlegging úr høgru, rak seg ímóti málverjanum. Hann setti bóltin framvið málverjanum, men tíverri trillaði bólturin dygst framvið handaru stólparótini.
Hálvur tími farin og 1-0 til Føroyar. Her ber til at fylgja dystargongdini
https://www.dystir.fo/InfoDystarGreiningar/2119
Føroyar – Andorra kl. 19.45
Føroyar: Gunnar Nielsen – Jóannes K. Danielsen, Heini Vatnsdal, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Jóannes Bjartalíð, Hallur Hansson, Sølvi Vatnhamar, Brandur H. Olsen, Meinhard E. Olsen – Klæmint A. Olsen











