Føroyar hava sett Oyggjaleikamet

Í gjár streymaðu heiðursmerki í skjáttuna hjá føroysku luttakarunum á Oyggjaleikunum á Rodos. Í dag eru fleiri heiðursmerki vunnin, og líkt er til at enn nógv fleiri verða vunnin seinni í dag, tá ið føroysku svimjararnir fara í hylin.

 

Men eitt er longu greitt nú. Tað er at Føroyar hava sett met við vunnum heiðursmerkjum. Heili 16 gullmerki eru vunnin, og hetta er tað mesta nakrantíð.

Tískil stendur greitt, at Føroyar væl og virðiliga fara at buka gamla metið av, sum varð sett á Isle of Man í 2001, tí enn eru fleiri greinar eftir, har Føroyar hava sera góðar heiðursmerkjamøguleikar.

 

Samlaða heiðursmerkjayvirlitið hjá Føroyum sær nú soleiðis út:

 

16 gull

10 silvur

8 bronsu