Línu-og garnaskip hava ein miðalaldur, sum er ávikavist 38 og 42 ár, men fleiri av hesum skipum eru umbygd. Nýggjastu skipini eru verksmiðjutrolararnir. Árið í fjør var eitt sera vánaligt ár hjá føroyska fiskiflotanum. Samanlagt hevði flotin eitt hall upp á tilsamans 186,6 miljónir krónur.
Hetta vísir roknskapargreiningin, sum grannskoðaravirkið NOTA hevur gjørt.
Men fiskiflotin gongur ikki bara illa í løtuni. Hann er eisini gamal og gerst eldri so hvørt, sum árini ganga, um eingin endurnýggjan verður.
Miðaldurin á føroyskum fiskiskipum var í 2008 heili 28 ár, og tað eru serliga línu-og garnaskipini, sum hála miðalaldurin niðureftir.
Línu-og garnaskip hava ein miðalaldur, sum er ávikavist 38 og 42 ár. Fleiri av hesum skipum eru tó umbygd og eru sett í stand, men skrokkarnir eru gamlir.
- Vit halda, at eitt skip, sum Tróndur í Gøtu, sum fór úr føroyska fiskiflotanum fyrr í ár, er rímiliga nýggjur, men fyrrverandi flaggskipið hjá gøtumonnum kom til landið í 1987 og var tískil 22 ára gamal, nú hann varð seldur.
Tað segði Bjarni Arnason, tá NOTA hevði framløgufund um gongdina hjá fiskiflotanum seinasta hósdag.
Hann vísti eisini á, at miðalaldurin hjá pelagisku skipunum er 20 ár, og hetta er tað sama sum hjá rækjuflotanum.
Nýggjastu skipini í føroyska fiskiflotanum vóru í 2008 verksmiðjutrolararnir, sum høvdu ein miðalaldur upp á 16 ár.










