Hetta er triðju ferð, at Føroyar eru í bólki saman við Litava í eini undankapping til EM. Harvið verður dystirn á Tórsvølli í morgin tann fimti millum londini.
Í undanfarnu fýra dystunum hevur tað gingið hampuligt hjá Føroyum, men tað er bert blivið til eitt stig higartil. Tað varð í fyrsta dystinum á útivølli í 1998, tá ið Føroyar spældu javnleik 0-0. Árið eftir taptu Føroyar 1-0 á heimavølli. Í 2002 vann Litava 2-0 á Føroyum á heimavølli, og árið eftir skoraði Súni Olsen framúr gott mál við frísparki á Svangaskarði, men Føroyar taptu 3-1.
Samanlagt er tað tí blivið til eitt stig ímóti Litava og málmunin 1-6.