Skotar eru í sjeynda himli eftir stórsigurin á Føroyum leygardagin, men samstundis sum teir rósa skotsku spælarunum fyri avrikið, finnast teir harðliga at føroyska liðnum, sum teir kalla vánaligasta landsliðið í altjóða fótbólti í nógv ár.
- Skotland fekk eina øgrynnu av kjansum ímóti einum liði, sum fekk teg at kreppa tærnar og ivast í rættinum til at verða við í slíkum kappingum. Føroyar taptu 6-0 ímóti Georgia í síðsta mánaði, og aftur hesaferð taptu teir 6-0. Í næsta mánaði fara Føroyar til Fraklands at spæla, og tá kundi 6-0 verið eitt úrslit, men tit kunnu líta á, at hesin flokkurin er tann vánaligast, sum hevur verið í langa tíð, og eitt tveysiffrað tap bíðar fyri framman, skrivar The Scotsman eftir dystin leygardagin.
- Nakað eftir næsta málið hjá Skotlandi, fingu Føroyar tvey hornaspark. Annað varð skotið til málspark, og hitt var skotið inn í knæhædd. Beint eftir tað fingu føroyingar eitt fríspark, sum var so illa tikið, at tú mátti flóvisliga hyggja burtur. Eitt lítið lot hevði givið Skotlandi meira mótstøðu enn Føroyar, skrivar blaðið.
Spældu sum eitt feriulið
The Scotsman heldur, at føroyska liðið vísti seg als ikki at standa mát við tey lið, sum í undanfarum dystum hava givið Skotlandi trupulleikar
- Føroyar vóru verri, enn Walther Smith kundi havt ímynda sær í sínari bestu, fegnastu og mest optismistisku løtu farnu vikuna. Í fyrra hálvleiki skoraði Skotlandi eitt mál fyri 9. hvønn minutt, og á var dysturin blivin ein farsa, skrivar blaðið.
Eisini onnur bløð hava føroyska liðið til látur í sínari umrøðu av dystinum.
- Gamla frasan um, at tað eru eingir lættir dystir í altjóða fótbólti umfatar ikki føroyska landsliðið, skrivar The Sunday Mail, og kappingarneytin The Sunday Herald staðfestir, at sigurin leygardagin er tann størsti hjá skotum síðani 8-0 sigurin á Kypros í 1969!
Sunday Post skrivar, at Skotlandi kundi saktans havt vunnið meira enn 6-0 ímóti Føroyum, sum einki formáddu sær.
- Føroyar spældu meira at líkna við eitt feriulið úr teirra lokalu fiskarídeild, skrivar Sunday Post.
Staðfestast kann í øllum førum, at virðingin, sum seinnu árini hevur verið fyri føroyskum fótbólti í Skotlandi og aðrastaðni, er ikki at hóma í løtuni, og nú hava ósmædu bløðini betur hug at gera gjøldur fyri føroyskum fótbólti.