Føroyar hava ein gamlan fiskiflota

Sambært greiningini av fiskiskipaflotanum, sum grannskoðarafyritøkan Nota hevur gjørt, er miðalaldurin á føroyskum fiskiskipum 30 ár.

Tey elstu skipini eru garnaskip, sum eru heili 47 ára gomul í miðal. Næst teimum í aldri koma línuskip við einum miðalaldri á 41 ár.

Nýggjastu skipini í føroyska fiskiskipaflotanum eru sambært greiningini 17 ára gomul í miðal, og hetta eru uppsjóvarskipini.

Partrolarar hava ein miðalaldur á 21 ár og skipini, sum eru á hesi myndini, Heykur og Falkur, sum Faroe Origin eigur, eru millum tey nýggjastu í føroyska fiskiskipaflotanum.