FIFA STYRKISLISTIN
Í morgin fer landsliðið, sum fyri tað mesta er mannað av spælarum, ið av leiðsluni verða roknaðir at teljast millum teirra, sum í framtíðini skulu manna A-landsliðið, til Spania á venjingarlegu.
Í fyrradagin fingu føroyingar eina heilsu frá FIFA at hava við sær á ferðini suður á Iberisku hálvoynna. Føroyar eiga sambært altjóða styrkislistanum fyri februar 132. besta fótbóltslandsliðið í heimininum. FIFA hevur hvørki flutt Føroyar fram ella aftur á listanum síðani í januar. Somu tjóðirnar eru omanfyri og niðanfyri Føroyar, sum vóru á hesum plássum fyri einum mánað síðani. Etiopia er eitt pláss hægri á listanum enn Føroyar, og India er eitt pláss undir Føroyum.
Síðsti mánaðin hevur verið rættuliga friðarligur hvat landsdystum viðvíkur. Íalt hava tað seinasta mánaðin kring allan heimin verið spældir 78 a-landsdystir. Í 64 av førunum hevur talan verið um vinardystir, tólv hava verið undankappingardystir til HM, og í tveimum førum hevur talan verið um undankappingardystir til heimspartakappingar.
Grikkaland stórt lop
Mest merkisverda broytingin á FIFA styrkislistanum er tann hjá Grikkalandi. Europeisku meistararnir eru lopnir fram á trettanda plássið, sum er fimm pláss hægri, enn Grikkaland var á fyri einum mánað síðani. Hetta er fremsta plássið, sum Grikkaland hevur rokkið, síðani FIFA í 1993 fyri fyrstu ferð kunngjørdi styrkislistan.
Høvuðsorsøkin til stóra grikska lopið er sjálvandi, at Hellas í summar vann EM endaspælið. Ein onnur orsøk er, at Grikkaland fyri stórari viku síðani vann HM undankappingardyst á heimavølli ímóti Danmark 2-1.
Danmark er dottið frá 13. og aftur á 15. plássið. Svøríki verður mett at eiga besta landsliðið í Norðurlondum. Sviar eru saman við Grikkalandi á 13. plássinum.
Tindurin á listanum er tann sami, sum hann leingi hevur verið. Brasilia, Frakland, Argentina, Kekkia og Spania eru framvegis á fimm teimum ovastu plássunum, og nú er Meksiko (+1) á sætta plássinum saman við Hollandi, sum frammanundan var einsamalt á hesum plássinum.
Listin boðar frá, at í miðal eru europeisku fótbóltstjóðirnar stinnari enn allar aðrar. Helmingurin av teimum hálvt hundrað fremstu eru úr Europa. England er nummar átta, Portugal nummar níggju og Italia er á tíggjunda plássinum, meðan USA er nummar ellivu og Írland, sum seinni í ár fer at spæla HM undankappingardyst í Føroyum, er á tólvta plássinum.
Noreg er nummar 35 (+1), Finnland nummar 38 (+5), Sveis nummar 49 (+2), Ísrael nummar 51 (-2), Ísland nummar 94 og Kypros verður mett at eiga 108. (+1) stinnasta landsliðið í heiminum.