Landsstýrið hevur gjørt av, at Føroyar framhaldandi skulu taka lut í ES-granskingarsamstarvinum, tá farið verður frá verandi skipan FP7 til Horizon 2020 á nýggjárinum.
Nakað av óvissu hevur verið um, um nú granskarar í Føroyum fóru at sleppa at søkja stuðul frá ES til granskingarverkætlanir frá 2014 ella ikki. Hesin møguleikin hevur annars staðið granskarum í boði síðani juni 2010, tá Føroyar fingu atknýtta støðu til ES-granskingarsamstarvið FP7, og úrslitini hava verið góð.
Ivin hevur bæði staðið um eina løgfrøðiliga forðing í uppskotinum til reglugerð fyri Horizon 2020, og um tað loysir seg nóg væl at vera við. Horizon 2020 er ES-granskingarsamstarvið fyri tíðarskeiðið 2014 til 2020.
Løgfrøðiliga forðingin snúði seg um, at Føroyar als ikki vóru nevndar í uppskotinum til nýggju granskingarskipanina og tí ikki kundu vera við, um uppskotið varð samtykt, soleiðis sum tað var orðað. Eftir ávíst lobbyarbeiði er uppskotið broytt, soleiðis at tað nú eisini fevnir um Føroyar.
- Spurningurin um tað loysir seg at vera við, hevur snúð seg mest um, hvørt vit fáa líka nógv játtað aftur, sum vit rinda í limagjaldi fyri at vera við. Her hava royndirnar síðani 2010 víst, at Føroyar standa seg sera væl, eisini lutfalsliga í mun til onnur atknýtt lond, sigur Granskingarráðið.
Bæði ES og onnur atknýtt lond vístu frammanundan á, at tað tekur tíð at koma at kenna alla skipanina og sleppa framat í røttu netverkunum.
- Úrslitini higartil vísa, at granskarar í Føroyum eru komnir munandi skjótari við, enn nakar hevði roknað við. Fyrstu tvey árini fingu vit sum væntað ikki líka nógv aftur, sum vit rindaðu, men í 2012 fingu vit meira enn tað, sum vit rindaðu. Útlitini fyri 2013 eru eisini góð. Afturat øllum hesum skal leggjast alt tað, sum ikki kann gerast upp í pengum, millum annað atgongd til tøkni, tól, netverk og servitan, sigur Granskingarráðið.
Hóast landsstýrið hevur gjørt av at halda fram við samstarvinum, so er enn ikki givið, at Føroyar vera við í Horizon 2020. Tað krevjast formligar samráðingar við ES um málið, og hesar eru í gongd.
Í summar var fundur á embætismannastigi millum ES og Føroyar um verandi avtalu á granskingarøkinum og um framhaldandi samstarv. Har var kunnað um, hvørji stig krevjast, og hvussu farast skal fram. Tá endaliga avtalan er klár, skal hon formliga góðkennast í Føroyum og ES. Roknað verður við, at hetta er klárt at gera tíðliga í 2014. Meðan samráðingarnar eru, kunnu Føroyar luttaka í Horizon 2020 eins og í FP7.









