Tað er lítil og eingin munur á føroyska og danska kvinnulandsliðnum í flogbólti. Inntil fyri heilt kortum hevði hetta verið óhugsandi, men tá ið besti spælarin í donsku landskappingini í ár var føroyingur – Sofía Purkhús – og tá ið fleiri aðrir føroyskir spælarar eru í fremstu røð í Danmark, so er hetta ikki longur so óhugsandi.
Í dag spældu Danmark og Føroyar landsdyst í Keypmannhavn, og Danmark vann 3-2. Í síðsta setti sá tað eina løtu út til, at Føroyar vóru á sigurskós, tí føroysku kvinnurnar vóru frammanfyri 8-5, tá ið tær skiftu síðu, men at enda sigraði Danmark 15-12. Í hinum settunum var úrslitið 25-23, 21-25, 25-22, 24-26 og so 15-12.
Landsdysturin varð spældur í Keypmannahavn í sambandi við, at føroysku kvinnurnar eru í Danmark á venjingarlegu. Tær fyrireika seg til HM/EM endaspæl, sum verður í Føroyum seinni í hesum mánaðinum – 23. til 25. mai.
Føroyski venjarin Jóhan Petur á Stongum hevur næstan bert rósandi orð til leikararnar:
-Sæð í ljósinum av, at hetta var fyrsti dystur, sum liðið spælir saman, so er úrslitið í dag eitt super úrslit – tað besta nakrantíð hjá einum føroyskum flogbóltslandsliði. Vit hava super servutrýst, fantastiskan blokk og fantastiskt verjuspæl. Vit megna ikki at standa ímóti servunum hjá DK, tær hava 18 servuess. Hetta vistu vit frammanundan, tí Svøríki hevði somu trupulleikar í gjár, tá Danmark spældi í Svøríki.
Og venjarin heldur fram:
-Álopið hjá okkum er ógvuliga skilagott. Vit vistu, at Danmark fekk nógv upp aftur, men vit megna at halda høvdið kalt og bíða til røttu støðuna. Álopið hjá okkum var imponerandi, og til seinast má eg nevna Anju S. Danielsen, sum spælir sín lívs dyst - hon vinnur 18 bóltar í smash, og tað er imponerandi, sigur Jóhan Petur á Stongum.
Liðið fer heim aftur til Føroya í morgin, og Jóhan Petur á Stongum sigur, at fram til kappingina, sum verður í Havn 23. – 25. mai, fer serliga at verða arbeitt við at betra um móttøkurnar.
Føroyar skulu í kappingini spæla ímóti Kýpros, Liktinstein og Írlandi. Kappingin er ein kombinerað EM/HM kapping. Vinnarin fer beinleiðis í HM kappingini, meðan vinnarin og nummar vey halda fram í EM kappingini.
Spælararnir á liðnum í dag vóru:
Amager VK:
Sofía Purkhús
Elisabeth Purkhús
Eina Kalsø
Birgit Guttesen
Randers NOVO/Ikast:
Urd T. Traðará
Eyð G. Magnussen
Fleyr:
Anja S. Danielsen
Súsanna Ludvig
Anna Sára L. Skaalum
Dráttur:
Ruth Albinsdóttir
KÍF:
Guðrun Joensen
Sóley M. Poulsen
Hanna A. Olsen
TB:
Femja F. Mortensen