Føroyar - BSV 25-33 (16-14) (Drúgvari dystarfrágreiðing og viðmerkingar á in.fo seinni)
Føroyar spældu í kvøld ímóti danska stórfelagnum, BSV.
Føroyska spælið eydnaðist sera væl í fyrra hálvleiki, har serliga Jónas G. Djurhuus og Peter Krogh vístu seg væl fram.
Føroyar høvdu munin allan fyrra hálvleik, men tá ið Jóhan á Plógv Hansen revsaði trý føroysk mistøk á rað miðskeiðis í seinna hálvleiki koppaði alt á høvdið.
Føroyar skiftu nógv út, og mistu rútmuna í spælinum. Endin var at BSV kundi renna undan og gera úrslitið til 25-33