Føroyar hølvaðu Orkney av

Føroyska U15 landsliðið spældi mánadagin fyrsta dystin í Aberdeen International Footbal Festival. Dysturin var ímóti Orkney, og Føroyar vunnu heili 10-0
Helgi Samson úr KÍ skoraði fýra mál, Gilli Sørensen úr TB og Jógvan Rói Davidsen úr HB 2, Remi Langgaard úr NSÍ og Jógvan Ólavson úr HB hvør sítt.
U15 landsliðið spælir tveir dystir týsdagin. Annar er ímóti Dundee United, sum eisini vann stórt í dag, og hin er ímóti norska Tjensvoll, sum tapti stórt í gjár. Eisini føroyska U17 landsliðið hevur spælt dyst í Aberdeen International Football Festival. Dysturin var ímóti einum liði úr Ghana, og føroyska liðið tapti 1-0. U17 landsliðið spælir í dag ímóti vertunum úr Aberdeen.