Føroyar hølvaðu alt av

Føroysku fimleikararnir bankaðu alla mótstøðu til síðis, tá fría kappingin var á skránni mikudagin


 

fimleikur


Føroysku menninir í fimleiki hevndu seg so dyggiliga, tá fría kappingin var á skránni mikudagin

Sum kunnugt var hýrurin ringur á føroysku fimleikarunum, tá liðkappingin varð avgreidd mánadagin.

Orð um snýt og avtalað spæl vórðu havd á lofti um dømingina, har tað serliga vórðu karakterirnar til fimleikararnir av Isle of Man á gólvinnum, sum fingu øsing í okkara.


Hevndu seg

Ikki kann sigast annað enn, at menninir fingu hevnt seg so dyggiliga, tá fría kappingin var mikudagin. Fyrst á skránni var júst gólvíðkanin, og eftir hetta varð so dyggiliga staðfest, at føroysku fimleikararnir vóru minst ein klassa oman fyri Man-búgvarnar.

Helgi Winther Olsen og Høgni Øster gjørdu ikki mætari enn at vinna gull og silvur, og karakterirnir hjá teimum vóru fullkomuliga øðrvísi, enn teir vóru mánadagin. Dómararnir søgdu ávíkavist 9,4 og 9,2 til teir báðar, og er hetta eitt heilt stig hægri enn tað, sum teir fingu mánadagin.

Umframt heiðursmerkini til teir báðar, fekk Tórarin Holm Petersen eitt flott fjórða pláss. Besti Man-búgvin varð nummar fimm við 8,4!


Eisini tvey í lopi

Næsta kappingin var í lopi, og eisini her gjørdu føroyingarnir um seg. Helgi Winther Olsen leyp við yvirslag og salto, og hann var bert ein av tveimum fimleikarum, sum royndi seg við einum somikið torførum lopi.

Lopið hjá Helga eydnaðist væl, og umframt at hann aftur fekk eitt gullmerki, fekk Pól Esber Hanusarson bronsu í hesi greinini.


Total dominansur

Var lagið gott eftir hetta, var tað lítið aftur ímóti tí, sum var at síggja, tá íðkanin í ringunum var liðug. Føroyingar gjørdu ikki mætari enn at taka sær av øllum heiðursmerkjunum í hesum, og vóru tað Helgi Winher Olsen, sum aftur fekk gull, Magni Jacobsen við silvur- og Høgni Andersen við bronsumerkinum.

Ikki minst var tað her imponerandi at síggja Helga, tá hann eina góða løtu stóð í krossstøðu. Nakað sum eingin annar íðkari hevði hug at royna. Lendingin var kanska ikki heilt perfekt, men samanlagt var hetta tó nóg mikið til at tryggja sær gullið framman fyri liðfelagarnar, sum tó ikki sóu keddir út av hesi orsøk.


Javnstøðubarrin

Eisini í dupultu barrini eydnðist Helga at vinna gull, og soleiðis gjørdist talan um fjórða heiðursmerki hansara mikudagin. Hesa ferð mátti Helgi tó fara einsamallir upp á pallin, men hann tóktist ikki móður av tjóðsanginum av hesi orsøk.


Høgni fekk sítt fyrsta gull

Seiastas medaljuhandanin var fyri íðkanina í Rekk, og eisini her fóru Føroyar avstað við gullinum.

Hesa ferð var tað Høgni Øster, sum fekk gullið, og hetta mundi so avgjørt hava ein serliga søtan smakk hjá honum. Hetta er nevnliga fyrsta ferðin, at tað hevur eydnast hjá Høgna at vinna gull á Oyggjaleikunum, og ikki minst eftir frádømingina mánadagin mundi hetta kennast sum ein sera stór løta hjá Høgna. Hann hevði sjálvandi tá vónað, at hann fyri fyrstu ferð skuldi fáa gullmerki á Oyggjaleikunum.

At tað so eydnaðist, gjørdi bara dagin heilt perfektan hjá føroysku íðkarunum, sum við hesum so dyggiliga undirstrikaðu, at teir í ár eru so nógv tað sterkastasta liðið, tá ræður um fimleik hjá monnum.