Føroyar gull í skjóting

Fyrsta føroyska gullmerkið er komið.

 

Fyri løtu síðan vunnu Sámal Debes, Marius F. Joensen og Johnhard Klettheyggj gull í liðkappingini í skeet.

 

Føroyar vunnu frammanfyri Áland og Cayman Island, sum fingu ávikavíst silvur og bronsu.

 

Nú fyrsti dagurin spakuliga fer at lækka móti endanum, hava Føroyar vunnið fýra heiðursmerkir. Eitt úr gulli, tvey úr silvuri og eitt úr bronsu.

 

Føroysku skeet-skjúttarnir hava vunnið Føroyum fyrsta gullmerki

Mynd: www.byrsumuli.org