Føroyar-Grønland 37-22: Dystarendin og samanumtøka (FM1)

(FM1) Teitur Joensen setti orð á góða føroyska avrikið ímóti Grønlandi. Hoyr Teit og dystarendan

Føroyar vunnu størsta sigurin á Grønlandi nakrantíð. Fyri skjótt 39 árum síðani vunnu Føroyar 27-17 á Grønlandi í høllini á Hálsi. Í kvøld syrgdi eitt sera væl spælandi føroyskt manslandslið í hondbólti fyri, at teir nú eiga størsta sigurin á Grønlandi nakrantíð við at vinna ein knúsandi 37-22 sigur á Grønlandi, ið annars bert var ein umdyst frá at spæla seg til HM-endaspælið, ið er í Danmark og Týsklandi í hesum døgum.

 

 

Longu í steðginum vóru Føroyar á odda 18-11, og tá sást hvønn veg tað bar.

 

Føroysku málskjúttarnir vóru: Peter Krogh 8, Jónas G. Djurhuus 7, Allan Norðberg 4. Rókur Akralíð 3, Sámal á Tjaldrafløtti 3, Ròi Berg Hansen 3, Helgi Hoydal 3, Tróndur Kragesteen 2, Rúni Vest Højgaard 1, Rógvi Dal-Christiansen 1, Áki Egilsnes 1.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:

 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1, tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá seinastu løtuni av dystinum. Teitur Joensen var viðmerkjari.


2) Hoyr Teit Joensen taka samanum eitt sera gott føroyskt avrik, har serliga likamligi formurin eftir Teitursa tykki var framúr góður hjá føroyska liðnum, og boðar tað eisini frá góðum, sambært Teiti.

 

Føroyar og Grønland spæla aftur í morgin klokkan 17 í Vestmanna. Sjúrður H. Hoydal sigur frá dystinum á FM1, ið øll hoyra á www.midlar.fo.