Føroyar vunnu 22 gullheiðursmerki, 11 silvurheiðursmerki og 27 bronsuheiðursmerki á oyggjaleikunum í Gibraltar. Hetta gevur Føroyum eitt triðja pláss á heiðursmerkjayvirlitinum.
Jersey vinnur oyggjaleikirnar við 33 gull, 31 silvur og 29 bronsu. Oyggin Man er nummar tvey við 29 gull, 22 silvur og 17 bronsu.
Tá so verður hugsað um, at vit ikki høvdu fimleik, bogaskjóting og flogbólt við á hesum oyggjaleikunum, so er føroyska úrslitið góðkent.
Tað vísir seg ofta seinasta oyggjaleikadagin, at hinar oyggjarnar fáa nógv heiðursmerki í pistólskjóting, og har hava vit ongantíð tikið lut.
Besta føroyska úrslitið nakrantíð vóru oyggjaleikirnir á Álandi í 2009. Tá vunnu Føroyar 34 gullheiðursmerki, 23 silvurheiðursmerki og 24 bronsuheiðursmerki. Tá vóru bæði svimjing, fimleikur, bogaskjóting og judo sum syrgdu fyri nógvum heiðursmerkjum.
Farnu oyggjaleikirnar í Gotlandi gjørdust Føroyar nummar tvey á samlaða heiðursmerkjayvirlitinum. Tá vunnu Føroyar 30 gullheiðursmerki, 27 silvurheiðursmerki og 30 bronsuheiðursmerki.
Vánaligasta úrslitið í søguni vóru á fyrstu oyggjaleikunum á Oynni Man í 1985. Tá vunnu Føroyar bert tvey silvurheiðursmerki og eitt bronsuheiðursmerki.
HER ber til at síggja hvørjir føroyskir íðkarar hava vunnið heiðursmerki, og í hvørjari ítróttargrein.