Føroyar gjørdust nummar seks í borðtennis

OYGGJALEIKIR: Føroyar taptu ímóti Jersey í dystinum um fimta plássið

Tað bleiv til eitt sætta pláss til føroyska liðið í borðtennis á oyggjaleikunum í Gotlandi.

 

 

Borðtennissambandið tekur soleiðis samanum á heimasíðu sínari: "Jersey vann loksins dystin um fimta plássið. Vit bardust væl og leingi, men máttu loksins leggja kongin.

 

Eyðun Ellendersen tapti annan dystin 0-3 og hin 1-3. Mótstøðan var ov sterk.Henrietta Nielsen vann ein spennandi dyst 3-2. Eitt sett endaði 14-12 og eitt annað 13-11, so her var talan um ein javnan og spennandi dyst.

 

Pætur Albinus tapti sín dyst 3-0. Durita Jensen og Henrietta Nielsen vunnu sín dyst 3-0.

 

Henrietta Nielsen og Pætur Albinus taptu blandaða tvímansleikin 0-3. Seinasti dysturin hjá Pæturi Albinus bleiv ikki spældur, tí samlaði dysturin longu var avgjørdur. Tað endaði 4-2 til Jersey.

 

Eitt sætta pláss í liðkappingini er góðtikið, tá havt verður í huga at vit hava eitt ungt og óroynt lið á fleiri plássum. Sama plasering, sum á Jersey í 2015", skrivar btsf.fo.