Føroyar gerast kendar í Belfast

Í kvøld fara 20 føroyingar at skipa fyri føroyskum mentanartiltaki í stórsligna mentanarhúsinum, Lisburn Island Art Center, í Belfast. Tey fara undir heitinum, ?Hendur?, við tónleiki, sangi og drama at vísa, hvat føroyingar við hondum sínum hava skapt

Endamálið við ferðini er at lýsa føroysku mentanina við grundstøði í kristna siðaarvinum, sum jú er ein hornasteinur undir samfelagi okkara. Temaið á kvøldinum er  ?Hendur?.  Víst verður, hvat føroyskar hendur hava skapt, t.d. bátin, grindaknívin, ullvørur o.s.fr. 
Framført verður yvirhøvur føroyskur sangur og tónleikur. Hetta verður ein blanding av nýggjum og gomlum, sálmum og sangum og instrumentalum tónleiki. Kvøldið verður fjølbroytt, tí skift verður millum tónleikaframførslur, sang, myndir, filmsklipp, drama og framsøgu.
- Tað er mennandi fyri føroyingar at royna seg uttanlands, og møguleiki verður kanska at skapa nøkur góð sambond, sigur ein av stigtakarunum.
Nógvir kendir føroyskir tónleikarar verða við á ferðini saman við einum dramabólki úr Klaksvík.  Tónleikararnir og sangararnir verða: Gunnar & Regin Guttesen, Karl Johannesen, Jákup & Jógvan Zachariasen, Pætur Dahl-Christiansen, Anna, Guðrun og Pætur Háberg, Pauli Djurholm, Bjarni Jøkladal.  Í dramabólkurin er Sunniva Østerø, Nanna Joensen, Kristian á Lakjuni, Rógvi Laksafoss og Snorri Danielsen.  Harafturat eru nøkur hjálparfólk við á ferðini.
Tað er kostnaðarmikið at fara uttanlands við slíkum tiltaki, men hetta er møguligt, tí tað verður stuðlað av fleiri grunnum og fyritøkum í Føroyum. Faldarar um Føroyar frá Ferðaráðnum verða lagdir inn í skránna fyri tiltakið, sum allir áhoyrararnir fáa.
Meira fæst at vita um mentanarhúsið í Belfast, Lisburn Island Art Center, á www.lisburn.gov.uk/.
Tey, sum skipa fyri siga, at ætlanin eisini er at fara á ferð í Føroyum við framførsluni. Stigtakari er Jógvan Zachariassen í Havn.