Nú er sáttmálin um føroyskan atlimaskap í ES granskingarsáttmálanum váttaður. Føroyar kunnu nú gerast partur av granskingarsáttmálanum hjá ES Mánadagin var seinasti samráðingarfundur millum landsstýrið og ES-myndugleikar, og partarnir eru samdir um endaligu orðingina av sáttmálanum.
Næsta stigið er, at sáttmálin verður lagdur fyri Løgtingið og Evropiska Ráðharraráðið, Evropatingið til góðkenningar. Treytað av, at Løgtingið samtykkir sáttmálan, verður miðað ímóti, at hann verður endaliga undirskrivaður seinni í ár.
Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, sigur, at hetta merkir, at føroyskir granskarar longu í sambandi við útboðini av verkætlanum síðst í juli í ár verða roknaðir sum granskarar úr atlimalandi, við somu fyritreytum sum granskarar úr ES-limalondum og hinum atlimalondunum.
- Granskingarsáttmálin kann gerast eitt stórt framstig fyri granskingarumhvørvið, vinnuna og samfelagið sum heild. Tað er heldur eingin ivi um, at politiskt er granskingarsáttmálin eitt gjøgnumbrot í tilgongdini at víðka samstarvskarmin við ES, sigur Jørgen Niclasen.
Tvey av málunum, sum samgongan hevur sett sær fyri í mun til ES, eru á gáttini at verða avgreidd, nevniliga ECAA og granskingarsáttmálin.
Tilgongdin við granskingarsáttmálanum hevur mangan verið trupul, einamest tí at embætiskervið í ES í fyrstu syftu ikki metti, at ES ynskti føroyskan atlimaskap. Við miðvísum arbeiði hevur tað tó eydnast landsstýrinum umvegis Sendistovu Føroya í Brússel at broyta støðu ES í málinum.
- Granskingarsáttmálin er eitt gott dømi um, at tað ber til hjá lítlum tjóðum at ávirka stóra ES-kervið, sigur Jørgen Niclasen.