John Johannessen
Góðu fyriskiparar, góðu áhoyrarar!
»Í einum samfelag, har tey veikastu hava tað gott, hava øll tað gott«.
Hetta slagorðið frá felagskapinum Javna er dagliga at síggja í smáum lýsingum í dagbløðunum. Tey eru eitt afturvendandi herróp í stríðnum fyri at vinna menningartarnaðum betri sømdir. Og stríðið hevur eydnast væl, hóast enn ikki er rokkið á mál.
Fara vit hundrað ár aftur í tíðina - ella kanska bara nøkur ár tíggju - so var hesin minnilutabólkurin roknaður sum útskot í samfelagnum. Tey kundu ikki brúkast til nógv meira enn at halda fyri spott og fáa bíligan látur burtur úr. Hvør kennir ikki dømini úr skaldskapinum um serskøltin í bygdini, hann við tí løgna atburðinum og løgnu útsjóndini.
Síðani komu fimti og seksti árini, har vit sendu tey av landinum á stovn í Danmark við teirri vón, at nú fóru tey at gerast frísk. Avleiðingin var, at børnini gjørdust fremmand í teirra egnu familjum, og at menningartarnað als ikki vóru sjónlig í føroyska samfelagnum. Harvið visti vanligi borgarin so at siga onki um fólk við menningartarni og støðuna hjá hesum fólkum.
Í dag er tíbetur øðrvísi. Í dag góðtaka vit, at tey eru ørðvísi, taka tey til okkum og royna at geva teimum eitt so vanligt lív sum gjørligt við felagslívi, arbeiði, bústaði og so framvegis. Og soleiðis eigur tað sjálvsagt at vera.
Orsøkin til framburðin er uttan iva eitt áhaldandi upplýsingararbeiði. Eitt upplýsingararbeiði, sum hevur ført til, at vit politikarar og samfelagið annars hava fingið størri innlit, vitan og forstáilsi fyri hesum fólkum.
Veikir minnilutabólkar eru bert veikir, so leingi vit gera teir veikar!
Føroyar fyri øll
Hjá mær sum politikara og sum javnaðarmanni er tað eitt aðalmál - ella rættari ein skylda at arbeiða fyri einum samfelag, har tað er pláss fyri øllum. Einum samfelag, har tað er pláss fyri tær, óansæð sosialan status, húðarlit ella kynsligan samleika. Einum samfelag, har frælsi, javnaður og brøðrarlag eru í hásæti.
Frælsi staðfestir rættin hjá fólki at vera til, at liva og virka og vera ørðvísi. Frælsi at vera. Frælsi at taka egnar avgerðir.
Javnaður er ásannanin um, at øll menniskju hava sama virði. Hetta júst tí, at hvør einstakur er eitt serstakt menniskja, ið ikki kann endurskapast.
Gjøgnum brøðralagið skapa vit møguleikan fyri frælsi og javnaði fyri øll. Tað er brøðralagið, ið tryggjar, at vit hava umsorgan fyri hvørjum øðrum og verja virðingina og tað sertaka hjá tí einstaka.
Menniskju skulu hava frælsi at skapa sær eitt gott lív út frá egnum fortreytum og evnum. Men frælsið er bert veruligt, um tað er fyri øll. Tí hava vit skyldu at tryggja frælsi fyri øll gjøgnum brøðralagið. Øll eiga rættin til eitt gott lív í felagsskapinum. Ikki bert nøkur fá, ikki bert meirilutin, men øll. Onki minni enn øll.
Tað er ymiskleikin - tað serstaka við tí einstaka - ið skapar eitt samfelag. Tí eiga vit at virða ymiskleikan og verja hann.
Vitan skapar virðing
Góðu áhoyrarar! "Í einum samfelag, har tey veikastu hava tað gott, hava øll tað gott".
Tá eg byrjaði røðu mína við at vísa á korini hjá teimum menningartarnaðu, var tað ikki tí, at eg vildi sammeta samkynd og menningartarnað. Heldur var hetta ein roynd at vísa á, hvussu upplýsing og harvið innlit kunnu skapa forstáilsi og virðing.
Haldi heldur ikki, at samkynd eru veikari menniskju enn onnur. Men sum bólkur eru samkynd veik í okkara samfelag. Hetta ivaleyst orsakað av vantandi upplýsing og harvið vantandi innliti og forstáilsi.
Tit hava nú í eina viku hildið ráðstevnu, ið lýsir viðurskiftini hjá samkyndum í Føroyum og í grannalondunum. Talan er um dirvi, nú tit fyri fyrstu ferð skipa fyri slíkum tiltaki í Føroyum. Tað er gott við slíkari upplýsing. Tíðin er búgvin, at almenningurin fær størri sakligt innlit í hetta evnið, sum áður hevur verið tagt burtur - hevur verið tabu.
Opinleiki og vitan fara við tíðini at taka alt tað mystiska frá hugtakinum samkynd ella samkyndur. Tey samkyndu hava sjálvandi somu menniskjasligu og samfelagsligu dygdir, sum tey hinkyndu.
Tá talan er um politikk og samfelag, so eigur Føroya land at rúma øllum føroyingum og fara væl við fólki, ið vitja landið. Tað er ikki rætt, at ávísir minnilutar noyðast at flyta av landinum vegna lívsáskoðan ella kynsliga kós. Í einum framkomnum samfelag eiga vit at kunna liva saman í sátt og semju.
"Veikir minnilutabólkar eru bert veikir, so leingi vit gera teir veikar." Takk fyri, at tit hesa vikuna hava lært okkum, at samkynd eru vanlig hampafólk við somu dygdum sum øll onnur. Takk fyri, at tit hava lært okkum, at samkynd eins væl og onnur eru virkin innan trúðarlív. Takk fyri, at tit hava upplýst okkum um sálarstøðuna hjá samkyndum í smáum samfeløgum.
Takk fyri, at tit hava lært okkum at vísa størri tolsemi!









