Føroyar í fremstu røð

Nýggja Myndaboðtænastan hjá Føroya Tele, sum kom í gildi í gjár, er bert byrjanin. Frá fyrst í komandi ári verða Føroyar millum fyrstu Norðurlond, sum bjóða kundunum uppaftur aðrar tráleysar fartelefontænastur, har ferðin er á hædd við Breiðband

- Higartil hevur kappingin innan fatelefoni snúð seg um prís, men av tí at prísirnir nú nærum eru eins á marknaðinum, kemur kappingin framyvir at snúgva seg um góðsku, bæði á vørunum og tænastunum, sigur Richard M. Mortensen, marknaðarstjóri á Føroya Tele, í sambandi við at fyritøkan nú ferð undir at bjóða fartelefonkundunum Myndaboðtænastu.
Við nýggju tænastuni, eisini nevnd MMS, kunnu kundarnir hjá Føroya Tele senda myndir, videoklipp, tónleik til aðrar fartelefonir - í fyrsta umfari bert til tær hjá Føroya Tele og sum teldupost, men seinni eisini til útlandið. Tænastan verður ókeypis allan desembur mánað, og framyvir verður gjaldið 3 kr fyri hvørt myndaboð, sum er sami prísur, sum eitt nú í Danmark.


Málbólkar
Tað er tann sokallaða GPRS tøknin, sum ger nýggju MMS tænastuna møguliga, og nógvar av teimum nýggjaru fartelefonunum, sum hava myndatól, eru longu klárar til MMS. Ísetingin er einføld, so kundarnir sjálvir kunnu kobla telefonina til eftir lítlari løtu ella við eini einfaldari vegleiðing frá planet.fo ella eini av telebúðunum.
- Tað er longu langt síðani, Føroya Tele byrjaði at fáa fyrispurningar um møguleikan at senda Myndaboð. Vit vænta, at tað í fyrsta umfari serliga verða tey ungu, sum koma at taka nýggju tænastuna til sín, men vit ivast ikki í, at onnur sum frá líður eisini fara at fáa stóra nyttu av møguleikanum at senda skjót myndaboð, sigur Richard M. Mortensen, og nevnir umframt privatkundar m.a. tryggingarfyritøkur, lýsingarfyritøkur og fjølmiðlar

Farbreiðband
Við nýggju tøknini fer Føroya Tele frá fyrst ´í komandi ári eisini at veita fartelefonkundum uppaftur aðrar tráðleysar tænastur, har tað verður møguligt at fáa tíðindi, veðrið, ítróttarúrslit, undirhald o. a beinleiðis inn á fartelefonina. Eisini fer tað at bera til at brúka fartelefonina sum modem saman við fartelduni, soleiðis at tað ikki longur er alneyðugt at sita við eina teldu fyri at fara út á internetið. Við tí allarnýggjastu tøknini, tað sokallaða EDGE, verður ferðin á nýggja farbreiðbandinum 10-20 ferðir skjótari enn vanligt GSM í dag.
Tað er samstarvsavtalan millum LM Ericson og Føroya tele, sum varð gjørd í vár, sum hevur ført við sær, at Føroya Tele nú kann bjóða hesar nýggju tænastunar. Meðan GPRS-tøknin hevur verið virkin í okkara grannalondum í nøkur á, verður Føroya Tele ein av fyrstu veitarnum í Europa, sum kann bjóða tænasturnar við EDGE-tøkni.


Fakta:
MMS er stytting fyri "Multimedia Messaging Service", sum er víðarimenning av SMS, sum gevur møguleika fyri flutningi av teksti, myndum og ljóði

GPRS er stytting fyri "General Packet Radio Service", sum er ein eyka tænasta á GSM netinum, ið sendir dáta pakkakoblað í GSM kervinum.
GPRS kann flyta dáta við upp til 100 kilobit um sekundi - tvs. uml. 10 ferðir skjótari enn vanligt GSM.
Tað verður einans rindað fyri dátamongdina og ikki fyri tíðina, sum sambandið varir.

EDGE er stytting fyri "Enhanced Data Rates for Global Evolution". EDGE er ein víðarimenning av GPRS, men gevur fleiri møguleikar við eini ferð upp til 296 kilobit um sekundið - tvs. á hædd við Breiðband.
Føroya og Finland eru tey fyrstu í Norðurlondum at innføra EDGE