Klokkan 13 var fyrsta bríkslið í hondbóltslandsdystinum millum Føroyar og Serbia, sum er í høllini á Nabb.
Fyrstu tjúgu minuttirnar hevur føroyska liðið staðið seg framúr væl.
Føroyar løgdu seg framum 3-0 og 4-1, og hóast Serbia hevur fótað sær og hevur tikið munin aftur, so var Serbia ikki frammanfyri, fyrrenn 22 minuttir vóru farnir. Tá skoraði Serbia til 11-10, men Føroyar javnaðu aftur til 11-11.
Kanska tykist tað, at onkrir av føroysku stuðulsspælarunum fóru at møðast, sum 1. hálvleikur leið.
Men uttan mun til, hvussu úrslitið verður, so hevur fyrsti triðingurin av heimauppgerðini verið framúr, tá ið sammett verður við dystin á útivølli.
Eftir 25 minuttir var Serbia fyri fyrstu ferð frammanfyri við tveimum málum. Tá var støðan 13-11 til Serbia, men Føroyar minkaðu um munin til 13-12.