Føroyska landsliðið er farið eitt pláss fram á styrkislistanum hjá FIFA síðani seinastu dagføringina fyri einum mánaði síðani, hóast liðið ongan dyst hevur spælt.
Orsøkin er, at Palestina er dottið 13 pláss aftur á listanum og er tí farið aftur um millum onnur Føroyar.
Føroyar liggja sostatt á einum 93. plássi á styrkislistanum hjá FIFA.
Mótstøðuliðini hjá Føroyum í komandi Nations League kappingini eru Aserbadjan á 126. plássi, Kosovo á 152. plássi og Malta á 186. plássi. Viðmerkjast skal tó, at Kosovo er eitt heilt nýtt land í altjóða fótbóltshøpi og byrjaðu tí niðast, tá teir komu við í fína selskapi í fjør. Teirra verandi støða speglar tí neyvan veruligu styrkina á liðnum.
Nations League kappingin byrjar 7. septembur, tá Føroyar fáa vitjan av Malta á Tórsvølli.
Um ein lítlan mánað, 14. juni, byrjar HM í Russlandi, og sambært styrkislistanum er verandi heimsmeistarin Týskland størsti favoritturin. Teir liggja á odda á styrkislistanum. Nummar tvey er Brasil og nummar trý er Belgia.
Restin av topp 10 sær soleiðis út:
4. Portugal
5. Argentina
6. Sveis
7. Frankaríki
8. Spania
9. Kili
10. Pólland
Danmark eru nummar 12, Ísland nummar 22 og Svøríki nummar 23. Noreg og Finland, sum ikki sluppu við til HM, eru avíkavist nummar 48 og 62.