Føroyar framúr 1. hálvleik

Tað gongur sum eftir ánni hjá fótbóltslandsliðnum, sum í løtuni spælir landsdyst í Kórinn høllini í Kópavági. Eftir 1. hálvleik eru Føroyar á odda 2-0! ímóti Íslandi. Bæði málini eru skorað eftir frísparksinnlegg úr høgru, og í báðum førum hevur Súni Olsen lagt innfyri.

Í 21. minutti var tað liðformaðurin Fróði Benjaminsen, sum við høvdinum sendi bóltin í íslendska málið, og í 42. minutti var tað Guðjón Árni Antoníusson, sum var illa kroystur, tá ið hann við økslini stýrdi bólin í egið mál.

Føroyska liðið: Gunnar Nielsen, Manchester City ? Jónas Þór Næs, NSÍ, Johan Troest Davidsen, NSÍ, Egil á Bø, EB/Streymur, Einar T. Hansen, NSÍ ? Símun Samuelsen, Keflavík, Bogi Løkin, NSÍ, Fróði Benjaminsen, HB, Súni Olsen, Víkingur, Gudmundur Nielsen, EB/Streymur ? Andreas Lava Olsen, Víkingur.

Á beinkinum fara at sita René Tórgarð, EB/Streymur, Odmar Færø, Brøndby, Levi Hanssen, EB/Streymur, Høgni Madsen, NSÍ, Christian R. Mouritsen, HB, Kristoffur Jakobsen, KÍ, og Páll M. Joensen, HB.

Ísland: Stefán Logi Magnússon, KR - Guðjón Árni Antoníusson, Keflavík, Bjarni Ólafur Eiríksson, Valur, Atli Sveinn Þórarinsson, Valur, Guðmundur Reynir Gunnarsson, GAIS - Rúrik Gislason, Viborg FF, Jónas Guðni Sævarsson, KR, Davíð Þór Viðarsson, liðformaður, FH, Eyjólfur Héðinsson, GAIS, Jóhann Berg Guðmundsson, AZ Alkmaar - Guðjón Baldvinsson, GAIS.