Føroyar nærkast við stórum fetum botninum í altjóða fótbólti.
Hvønn mánað ger altjóða fótbóltssambandið FIFA upp, hvussu sterk heimsins fótbóltstjóðir eru, og seinastu mánaðirnar hevur tað gingið ein veg hjá Føroyum – skeivan veg.
Føroyar vóru í sínum besta tíðarskeiði millum 120 tey bestu londini í heiminum, men nógv er broytt síðani tá. Føroyar eru nummar 186 á nýggjasta listanum hjá FIFA, og tað eru seks pláss verri í seinasta mánaði, sum annars var lægsta støða hjá Føroyum nakrantíð.
Onnur rýma frá Føroyum
205 lond eru á listanum, og nú hava Føroyar bert Luksemborg og San Marino aftanfyri seg av teimum europeisku londunum. Føroyar plagdi annars at verða mett sum sterkasta pinkutjóðin í Europa.
Nú eru Andorra, Liktinstein og Malta væl frammanfyri Føroyar. Andorra er nummar 164, Liktinstein 161, og Malta hevur vunnið seg heil tupp á 111. pláss á listanum.
Sterk lið í okkara bólki
Ovast á listanum er Brasil, men so koma tvey av londunum, sum eru við í saman EM-bólki sum Føroyar. Heimsmeistararnir úr Italia eru nummar 2 á listanum, og Frakland er nummar 3. Næstu londini eru Argentina, Ongland, Týskland, Holland, Kekkia, Portugal og Spania.
Fremsta norðurlandið er Svøríki, sum er nummar 16. Danmark er seks pláss á seinasta listanum og er nú nummar 22 í heiminum.
Noreg er eisini farið aftur á listanum, og landið er nú nummar 51. Finland er nummar 56, og Ísland er nummar 95.










