Føroyar flott úrslit í Skandinaviskari finalu

Føroyska liðið, K.U.R.T, fekk eitt flott 10. pláss í Skandinavisku finaluni í First Lego League. 38 lið úr øllum Norðanlondum tóku lut í finaluni, sum var ein stór uppliving hjá føroyingunum

Farna vikuskiftið var vinnarin av føroysku First Lego League finaluni, til Norðurlendsku finaluna í Västerås í Svøríki.
K.U.R.T rópti liðið seg og vóru tað níggju næmingar úr Argja Skúla og Venjingarskúlanum, sum mannaðu hetta lið. Tey kappaðust við hini 37 luttakandi londini í finaluni og endaðu á einum 10. plássi.
Hetta er eitt úrslit, sum føroysku fyrireikararnir eru væl nøgdir við. Liðið gjørdist akkurát ov stutt til at fáa eitt pláss í sjálvari hálvfinaluni, og fekk 335 stig av 400 møguligum.
Í tíðindaskrivi boða fyrireikararnir av Føroyar First Lego League frá, at føroyska úrslitið í kappingini var flott, og at ein nærri frásøgn frá ferðalagnum í Svøríki kemur seinni.