Føroyar flongdu Gotland

Føroysku flogbóltskvinnurnar vunnu greiðan sigur á Gotlandi í dag og liggja nú á odda í sínum innleiðandi bólki Stórur munur var á Føroyum og Gotlandi. Føroyar vann dystin 3-0, og tað var langt ímillum stigini, sum gotlendsku kvinnurnar vunnu sær - serliga í øðrum setti, tá ið Føroyar komu á odda 18-0, áðrenn tær vunnu 25-2.

Hini bæði settini endaðu við 25-9 og 25-11 til Føroyar.

Flogbóltskvinnurnar hava nú spælt tríggjar innleiðandi dystir, og tær hava vunnið allar dystirnar og liggja á odda í sínum innleiðandi bólki. Føroyar hava tveir innleiðandi dystir eftir at spæla.

11.15: Føroyar-Gotland, kvinnur 3-0

(25-9, 25-2, 25-11)