Føroyar fingu frálíkt úrslit

Kravið hjá føroyingum undan seinasta umfari varð at vinna minst 3-1 fyri at náa 50%. Teir møttu Sýria og megnaðu eisini kravið, og samanumtikið eitt flott úrslit hjá okkara monnum í Istanbul.

Russar vunnu enn einaferð talvolympiaduna, meðan danir fingu besta norðurlendska úrslitið.

Talvolympiada

Carl Eli Nolsøe Samuelsen


Málið hjá føroyingum undan olympiaduni var at náa 50%, og hetta mál eydnaðist.

Tað vísti seg gjøgnum alla kappingina, at føroyingar tóku stig frá teimum sterku og vunnu stórt ímóti teimum veiku. Í fjúrtanda seinasta umfari høvdu føroyingar eina heldur veikari talvtjóð yvir av sær, nevnliga Sýria.

John Arni Nilssen gjørdi skjótt av við mótstøðumann sín, sum hevði yvir 2400 í rating. Sýrin offraði mann, men misti mann seinni og gavst. Eitt flott talv hjá John Arna sum er við í blaðnum í dag.

John Rødgaard hevði svarta fólki og í miðspælinum bjóðaði sýrin Rødgaard javnleik, sum Rødgaard tók av. Heini Olsen vann á triðja borði, meðan Flóvin T. Næs leikti javnleik á fjórða borði.

3-1 og endamálið rokkið.


Einstøku úrslitini

John Arni Nilssen 6 / 12

John Rødgaard 7 / 12

Heini Olsen 5 / 10

Flóvin T. Næs 5 / 12

Ólavur Simonsen 4,5 / 8

Eyðun Nolsøe .5 / 2


Hesi einstøku úrslit geva tilsamans 28 stig av 56 møguligum, og toppskorarin bleiv John Rødgaard.

Fyrsta borð hjá okkum, John Arni bardi seg manniliga upp á 50% eftir eina slaka byrjan. Hann møtti sjálvsagt sterkastu mótstøðuna, men nógvir stórmeistarar máttu taka til takkar við javnleiki. John Arni vaks við uppgávuni, og telvaði sum ein stórmeistari og prógvaði eisini at hann saktans megnar uppgávuna á fysta borði. Hann fekk besta føroyska úrslitið, og varð tætt við ein IM norm. John Arni ognaði sær eisini eini 15-20 ratingstig og nærkast nú 2400.

Rødgaard legði út sum eitt ódnarveður við at vinna í fyrsta umfari ímóti stórmeistara, og var sera tryggur í sínari telving alla kappingina. Ímóti endanum var hann møguliga ov tryggur, tók nógvar skjótar javnleikir, men kappingin er long og krevjandi og tí er tað væl skiljandi at ein tekur sær av løttum av og á. Eins og John Arni, fekk Rødgaard eini 20 ratingstig inn á kontina.

Triðja borðið hjá okkum, Heini Olsen, hevði eina kapping beint undir miðal. Hann fekk ikki veruliga spælið at hanga saman, men vann tó eitt gott talv í síðsta umfari, sum viðførdi at hann eins og liðið fekk 50%. Heini misti umleið 15 ratingstig.

Flóvin Tór Næs hevði eina framúr góða kapping í OL í 98, men ikki eins góða í ár. Hann skifti við at tapa og vinna og vísti eisini við sínum bert tveimum javleikum, at hann er ein kempari. Flóvin er kendur fyri at stríðast til seinasta mann, og júst hesin eginleiki hevur oftani verið til hansara fyrimum. Hann helt sítt ratingtal, og kann tí ikki vera heilt ónøgdir.


Ólavur í turkiska sjónvarpið

Fýra mans telv í senn, men í tílíkari stórari kapping er neyðugt við eykaleikarum, og hesir vórðu Ólavur Simonsen og Eyðun Nolsøe. Hesin seinni var tó bert at síggja á liðnum um sjúka ráddi á liði okkara, og telvaði tí bert tvey talv. Eyðun var ferðaleiðari og liðleiðari á ferðini.

Ólavur bleiv harafturímóti brúktir nógv. Átta talv telvaði hann, og kláraði seg væl. Hann telvaði øðrvísi, tað vil siga at hann ikki telvaði vilt og opið, sum hann plagar, men heldur positionelt og trygt. Hetta loysti seg og fór hann eisini eini 20 ratingstig uppeftir listanum.

Ólavur var einasti føroyingur sum kom í turkiska sjónvarpið. Hann hevði litað hárið hjá sær soleiðis at tað líktiskt føroyska flagginum, og hesum fekk hann heilt nógva umtalu av!


Endaliga støðan:

1. Russland 38 stig

2. Týskland 37

3. Ungarn 35,5

4. Ukraina 35,5

24. Danmark 32

43. Svøriki 30

46. Finnland 30

54. Norra 29,5

56. Ísland 29

68. Føroyar 28

Íalt luttóku 126 lond.


Danir høvdu besta úrslit av norðanlondum, og vórðu teir eitt sindur hepnari lógu teir í topp tíggju.

Sum tað sæst á endastøðuni vórðu Føroyar ikki langt aftanfyri grannalondum okkara. Okkara besta úrslit var í 1994 tá OL var í Moskva. Tá fingu vit 29,5 stig, men talv hevur ment seg nógv seinastu árini. Framkomnar teldur og telduforrit gera sítt, so spurningurin er, um ikki úrslitið í ár er okkara besta.

Vit vórðu styrkismettir sum nummar 77, men endaðu loksins níggju pláss framanfyri seedingina. Vit endaðu framanfyri lond sum Wales, Meksiko, Suðurafrika og Burma, sum hevði tríggir stórmeistarar á liðnum.

Vinnarin av 3rd Tórshavn International, Alexander Grischuk0 telvaði við á vinnandi russiska liðnum. Hann prógvaði sítt virði og fekk heili 7,5 stig av tíggju á fjórða borði. Sjálvt um tað er nærum ómøguligt so fekk Ruslan Ponomariov sum endaði javnir við Grischuk í Havn, eitt betri úrslit á øðrum borði hjá Ukraina. Hann fekk heili 8,5 stig av 11, og eina præstatiónsrating yvir 2800. Hetta má sigast at vera í heimsklassa.


Heimliga liðkappingin

Liðkappingin heima í Føroyum byrjar sunnudagin 19. november.

Kappingin verður merkt av, at størstu feløgini í landinum Havnar Telvingarfelag og Klaksvíkar Talvfelag, hava mist nakrir av vanligu fyrstudeildartelvarunum sínum. Í Havnini telva Flóvin Tór Næs og undirritaði ikki við vegna búðstaðarskifti til Danmarkar, men telva hinvegin við Talvfelagnum Føroyar í Keypmannahavn. Eisini Martin Poulsen er burturstaddur, hann er á talveftirskúla í Jútlandi.

Mest áhugaverda broytingin er í Klaksvíkar Talvfelag. Landsliðsleikarin Ólavur Simonsen hevur valt at telva við Runavíkar Talvfelag, sum í ár leika í 2. deild. Ólavur fær samsýning fyri at telva við talvfelagnum í Runavík.


Talvið hesa vikuna

John Arni Nilssen (2346) - Hakki,I (2453)

34th Chess Olympiad (men) Istanbul (14), 12.11.2000


1.d4 Rif6 2.c4 e6 3.Ric3 Bb4 Nimzoindisk byrjan 4.e3 c5 5.Bd3 Ric6 6.Rige2 d5 7.cxd5 exd5 8.a3 cxd4 9.exd4 Bxc3+ 10.bxc3 h6 11.0-0 0-0 12.f3 Re8 13.g4 John Arni ætlar at enda OL við álopið og stíli! Ria5 14.Kh1 Ric4 15.Rg1 Rih7 16.Rif4 Rig5 17.Ff1 Fa5 18.Ra2 Rid6 19.h4 Rige4? Rie6 hevði givið svørtum nærum líkaspæl. Ofrið er ókorrekt, og tað revsaði John Arni 20.fxe4 dxe4 21.Be2 Fxc3 22.Fd1 Bd7 23.Bd2! Fxd4 24.Bb4! Rib5 25.Rd2 Ff2 26.Rxd7 og sýrin gavst 1-0