Føroyar fingu bank

Týsku heimsstjørnurnar vundu burturúr føroysku kvinnunum og vunnu stórsigur í dag

Føroyska kvinnulandsliðið hevur av álvara fingið seg roynt í dag, tá tær hava spælt móti Týsklandi á útivølli. Týskland telist millum bestu lond í heimunum hjá kvinnum, og tað fekk føroyska liðið at merkja í dag, tá Týskland vann ein knúsandi 11-0 sigur móti Føroyum.

 

Hóast arbeiðsavrikið hjá føroysku kvinnunum gjøgnum allan dystin var gott, var talan um klassamun á báðum liðunum. Týsku kvinnurnar vóru á øllum økjum langt omanfyri tær føroysku, og tað var eisini fult í tráð við leikgongdina at talan gjørdist um so stóran mun, sum máltalvan at enda vísti.

 

Hálvleiksstøðan í dystinum var 6-0 til Týskland. Í hálvleikinum mátti føroyska liðið skifta málverja, tí málverjin í fyrra hálvleiki, Monika Biskopstø, fekk ein snudd, sum gjørdi at hon ikki var før fyri at halda fram.

 

Hetta var triði dysturin hjá føroysku kvinnunum í hesari undankappingini, og føroyska liðið hevur tapt stórt allar tríggjar dystirnar. Tær hava tapt 8-0 móti Kekkia, 8-0 móti Íslandi og nú 11-0 móti Týsklandi. Men í øllum trimum førunum hevur talan verið um mótstøðulið, sum í støðið hava verið langt omanfyri tað føroyska liðið. 

 

Týskland – Føroyar 11-0 (6-0)

 

Føroyska liðið: Monika Biskopstø (Anna Súnadóttir Hansen, 46) – Birna T. Mikkelsen, Birita Nielsen, Súsanna Hansen (Margunn Lindholm, 56), Lív Arge, Ásla Johannesen – Eyðvør Klakstein, Ansy Sevdal, Olga Kristina Hansen (Milja Simonsen, 73), Rannvá Andreasen – Heidi Sevdal