Føroyar fingið nýtt krígssavn

Orð og mynd: Sonni Jacobsen

Fyri umleið 15 árum síðan lat Savnið 40 – 45 aftur, og dreymurin um krígssavn í Føroyum varð slóktur í mong ár. Onkur roynd hevur verið gjørd at birt lív í aftur, men til fánýtis – til í dag.


Leygardagin 2. mai 2009 lat nýggja Krígssavnið upp fyri fyrstu ferð. Dúgliga hevur verið arbeitt við at fáa alt klárt til stóra dagin og í seinastuni eru næturnar brúktar eisini. Men alt klappaði og var klárt, tá klokkan var 14 leygardagin og hátíðarhaldið byrjaði.


Eini 300 - 400 fólk, vóru møtt upp og Sørvágs Tónleikarafelag setti serligan dám á løtuna við teirra vakra hornblástri.


Eftir at hornorkestrið hevði spælt, helt Karl Jóhan Nielsen, formaður í nevndini fyri Krígssavnið, røðu. Karl Jóhan takkaði kommununum í Vágum fyri fíggjarligan stuðul. Hann takkaði eisini Løgtinginum fyri, at tey við stórum meirluta samtyktu, at seta savnið á fíggjarlógina, tóat lógartekninskir trupulleikar gera, at Mentamálaráðið sigur seg ikki ført fyri, at rinda út stuðul. Hann vónaði at endin varð tann, at løgtingsins vilji varð framdur í hesum máli.


Karl Jóhan nevndi eisini, at tíverri er tað so, at savnið ikki hevur fingið almenna góðkenning og tessvegna ikki hevur fingið umleið 70 lutir frá Savninum 40 – 45, ið liggja á Fornminnissavninum. Og hann kom eisini inn á bygningin omanfyri flogvøllin, sum nevnd og felag fyri Krígssavnið ynskja sær til endaligt savnshøli. Og vónaði, at nýliga samtyktin um at friða jarðføst minni frá stríðsárunum fór at føra til, at savnið fekk hesi høli. Tí verandi høli eru longu nú ov lítil, ikki minst, tá hugsa verður um Bigg Lorry lastbilin, stóra vatnflúgvara boyðu og stóra minu frá krígnum, sum savnið ikki eigur høli til. Bigg Lorrarin fær kortini fyribils loyvi at standa inni í hølum hjá Vága kommunu.


Síðan segði Martin Næs frá mentamálarðanum nøkur orð. Hann segði, at arbeitt verður við at tryggja krígssavninum almenna góðkenning so løgtingsstuðul kann latast. Og roknaði við, at hetta mál skjótt verður loyst. Hann slóð eisini fast, at hetta er “okkara krígssavn” í Føroyum.


Aftaná klipti Martin Næs snórin av til Krígssavnið, og varð hetta gjørt beint uttanfyri inngongdina til sjálvt savnið. Fólk streymaðu síðan inn at síggja savnið, meðan onnur fingu sær okkurt undir góman av tí ymsa, sett varð fram til tað sama.


Tað sýntist og hoyrdist á fólki, at tey vóru sera væl nøgd við savnið, uppseting og teir mongu lutir, ið longu eru savnaðir.