Føroyar í finaludysti móti Andorra

Føroyar hava nú lagt seg á odda í talvkappingini fyri smátjóðir í Evropa suðuri í Andorra.

Føroyar vunnu í dag stórsigur 3½-½ á Kýpros. Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og John Rødgård vunnu, og Rógvi Egilstoft Nielsen telvaði remis. Helgi vann í einum knúsandi kongálopi, John var tryggur við svarta fólkinum í fronsku yndisbyrjanini, og Høgni fekk væl burturúr einari støðu, ið annars tóktist ógvuliga jøvn. Hjá Rógva stóð fast allan vegin. Flott úrslit hjá føroyska liðnum.

 

Andorra, sum hevði vunnið allar dystirnar, var í dag fyri sínum fyrsta tapi í kappingini. Monaco, sum Føroyar vunnu týðandi dyst ímóti fyrradagin, vann 2½-1½ á Andorra. Hetta merkir, at Føroyar hava lagt seg á odda í kappingini fyri seinasta umfar í morgin, sum verður móti júst Andorra. Kappingin verður tí avgjørd í røttum finaludysti, men Føroyar standa seg við javnleiki.

 

Støðan í kappingini fyri seinasta umfar í morgin er nú henda: 

1. Føroyar 15 stig 

2. Andorra 14 

3. Monaco 13 

4. Luksemburg 11 

5. Kýpros 10 

6. Malta 6 

7. Liktinstein 5 

8. Guernsey 3 

9. Jersey 2 

10. San Marino 1. 

 

Úrtøkan hjá føroysku telvarunum er henda: 

1. Helgi Dam Ziska 6/7 

2. Høgni Egilstoft Nielsen 6/7 

3. Rógvi Egilstoft Nielsen 3½/6 

4. John Rødgård 6/7 

5. Silas Eyðsteinsson 3/5

 

Føroyska liðið verður væntandi óbroytt í morgin. Dystirnir í seinasta umfari byrja klokkan 14.00. Fylgjast kann við beinleiðis leik fyri leik á øllum borðum í senn.