Føroyar favorittar

Føroysku telvararnir á talvolympiaduni í Dresden í Týsklandi fegnaðust í gjárkvøldið um úrslitið móti Hollandi. Men tað er ikki tíð til at hvíla. Í dag er aftur landsdystur, og nú eru føroyingarnir farnir at fyrireika seg til eina nýggja avbjóðing. Hon verður ivaleysa stór, hóast mótstøðuliðið á pappírinum ikki hevur somu styrki sum Armenia og Holland, ið Føroyar hava telvað ímóti í vikuskiftinum. Á heimasíðuni faroechess.com verður tikið soleiðis til: Eftir sensationelt góða úrslitið í dag ímóti Hollandi, møta Føroyar í 5. umfari Bolivia - ein mótstøðutjóð, har vit á pappírinum skuldu havt rímiliga góðar møguleikar fyri einum munadyggum úrsliti.