Ein bráðfeingisuppgerð vísir, at í 2011 var bruttotjóðarúrtøka Føroya 13.173 miljónir í 2011, samanborið við 12.942 miljónir í 2010.
Tað vísir ein nýggju uppgerð hjá Hagstovuni.
Men vøksturin er lítil, tí talan er bara um ein vøkstur í ársins prísum upp á 1,8 prosent, sum er væl minni enn í 2010, tá vøksturin var 7 prosent.
Bruttotjóðarúrtøkan er gjørd upp sum virðisøkingin í øllum vinnugreinum samanlagt, pluss meirvirðisgjald og aðrar vøruskattir netto.?
Vøkstur var í øllum høvuðsbólkum, men størsti vøksturin, sum var 5%, var í tilfeingisvinnum.
Ídnaður, orka og bygging vaks 3,1% samanlagt, meðan vøksturin bæði í almennari fyrisiting og tænastu og í øðrum tænastuvinnum var 1,7%.??
Hóast mesti vøksturin var í tilfeingisvinnum, so var hesin vøkstur lítil samanborin við vøksturin í 2010, tá virðisøkingin vaks við meiri enn einari helvt.??
Í fiskiveiðuni eru tað ídnaðarskip og verksmiðjutrolarar, sum standa fyri øllum vøkstrinum í 2011, men virðisøkingin í feskfiskaveiðuni er minkað nakað.
Tað hevur eisini verið gongdin seinastu tíggju árini, at parturin hjá feskfiskaflotanum av samlaðu virðisøkingini í fiskiveiðuni er minkaður støðugt, úr næstan 60%, niður í 30% í 2011.??
Virðisøkingin í fiskaaling, sum gjørdi eitt rættiligt lop frá 2009 til 2010, minkaði nakað aftur í 2011. ??
Byggivinnan merkir meira enn flestu aðrar vinnur sveiggini í búskapinum.
Undan fíggjarkreppuni, frá 2005-2008, vaks virðisøkingin í byggivinnuni úr 600 miljónum upp í 900 miljónir.
Tvey ár seinni, í 2010, var virðisøkingin minkað niður aftur á 600 miljónir.
Í 2011 er virðisøkingin í byggivinnuni mett at vera slakar 630 miljónir.??
Havast skal í huga, at uppgerðirnar eru í ársins prísum. Tað vil siga at broytingarnar í virðisøkingini ár um ár kunnu standast av bæði mongdar- og prísbroytingum. Veruligi búskaparvøksturin, sum er broytingin rættað fyri prísgongdina, er ikki uppgjørdur, sigur Hagstovan.
Ein bráðfeingisuppgerð vísir, at í 2011 var bruttotjóðarúrtøka Føroya 13.173 miljónir í 2011, samanborið við 12.942 miljónir í 2010.
Tað vísir ein nýggju uppgerð hjá Hagstovuni.
Men vøksturin er lítil, tí talan er bara um ein vøkstur í ársins prísum upp á 1,8 prosent, sum er væl minni enn í 2010, tá vøksturin var 7 prosent.
Bruttotjóðarúrtøkan er gjørd upp sum virðisøkingin í øllum vinnugreinum samanlagt, pluss meirvirðisgjald og aðrar vøruskattir netto.?
Vøkstur var í øllum høvuðsbólkum, men størsti vøksturin, sum var 5%, var í tilfeingisvinnum.
Ídnaður, orka og bygging vaks 3,1% samanlagt, meðan vøksturin bæði í almennari fyrisiting og tænastu og í øðrum tænastuvinnum var 1,7%.??
Hóast mesti vøksturin var í tilfeingisvinnum, so var hesin vøkstur lítil samanborin við vøksturin í 2010, tá virðisøkingin vaks við meiri enn einari helvt.??
Í fiskiveiðuni eru tað ídnaðarskip og verksmiðjutrolarar, sum standa fyri øllum vøkstrinum í 2011, men virðisøkingin í feskfiskaveiðuni er minkað nakað.
Tað hevur eisini verið gongdin seinastu tíggju árini, at parturin hjá feskfiskaflotanum av samlaðu virðisøkingini í fiskiveiðuni er minkaður støðugt, úr næstan 60%, niður í 30% í 2011.??
Virðisøkingin í fiskaaling, sum gjørdi eitt rættiligt lop frá 2009 til 2010, minkaði nakað aftur í 2011. ??
Byggivinnan merkir meira enn flestu aðrar vinnur sveiggini í búskapinum.
Undan fíggjarkreppuni, frá 2005-2008, vaks virðisøkingin í byggivinnuni úr 600 miljónum upp í 900 miljónir.
Tvey ár seinni, í 2010, var virðisøkingin minkað niður aftur á 600 miljónir.
Í 2011 er virðisøkingin í byggivinnuni mett at vera slakar 630 miljónir.??
Hagstovan vísir á, at uppgerðirnar eru í ársins prísum. Tað vil siga at broytingarnar í virðisøkingini ár um ár kunnu standast av bæði mongdar- og prísbroytingum.
Veruligi búskaparvøksturin, sum er broytingin rættað fyri prísgongdina, er ikki uppgjørdur, sigur Hagstovan.