Føroyar fara fimm fet fram

Á nýggja styrkislistanum hjá FIFA hevur føroyska fótbóltslandsliðið gjørt rættiligt skarvslop, eftir at tað leingi bara hevur gingið skeiva vegin

FIFA STYRKISLISTIN

Føroyar hava gjørt rættuligt skarvslop á FIFA styrkislistanum. Fyri mánað síðani vóru Føroyar á 133. plássinum. Á listanum, sum varð kunngjørdur í fyrradagin, eru Føroyar nummar 128. Føroyar hava 365 stig ella seks fleiri enn fyri einum mánað síðani.
Stóra hálið ber við sær, at Føroyar hava lopið um bukk upp um Etiopia, Palestina, Taiti og Mosambikk. Føroyar eru eitt pláss og tvey stig aftanfyri Liberia, sum hevur mist ellivu stig.
Útrokningarhátturin hjá FIFA er grundaður á vunnar dystir, javnleikir og tap. Tað valdast eisini um, um talan er um HM ella EM undankappingardystir ella um vinardystir, og tað valdast eisini um málmun og hvussu stinn mótstøðuliðini hava verið.
Í ár hava Føroyar spælt tveir landsdystir, og 3-1 tapið á Svangaskarði ímóti Sveis og 2-0 tapið á Tórsvølli ímóti Írlandi munnu ivaleyst hava verið roknað sum hampuliga góð úrslit.
Trý tey ovastu á listanum eru framvegis Brasil, Kekkia og Argentina. Holland hevur tikið fjórða plássið frá Fraklandi, sum nú er nummar fimm. Á næstu plássunum er røðin tann sama, sum hon var fyri einum mánað síðani: Meksiko, England, Portugal, Spania og USA. Italia er nummar ellivu, og Svøríki hevur lætt sær eitt pláss á og er nú sum besta norðurlandið á tólvta plássi. Írland er hægst styrkismetta landið í HM undankappingarbólki fýra. Teir eru á fimtanda plássi. Danmark er flutt trý pláss fram og er nú nummar sekstan.
Næsta summar verður Týskland vertur fyri HM endaspælinum. FIFA styrkislistin boðar ikki frá, at tað skal gangast eins væl hjá Týsklandi í 2006, sum tað gjørdi, tá ið Vesturtýskland í 1974 var vertur fyri HM endaspælinum. Ta ferðina vann Vesturtýskland HM. Nú hevur FIFA roknað seg til, at Týskland eigur 21. stinnasta landsliðið. Tað er tvey pláss lægri enn fyri einum mánað síðani. Men ivaleyst munnu týskarar, sum ikki hava møguleika at vinna stig í HM undankappingini, at lyfta seg nærri toppinum, áðrenn teir fara at taka ímóti hinum tjóðunum, sum skulu luttaka í HM endaspælinum.
Finnland er nummar 40 (-3), Sveis nummar 42 (+3), Ísrael nummar 47 (+3), Ísland nummar 90 (+7), og Kypros, sum Føroyar skulu spæla ímóti á heimavølli 17. august, eru styrkismettar sum nummar 109 ella nítjan pláss frammanfyri Føroyar.