Í kvøld kl.19 spælir føroyska U21-landsliðið EM-undankappingardyst á Ovara Vølli ímóti Makedonia. Fyrri dysturin ímillum hesi bæði liðini varð spældur á útivølli 11. novembur í fjør, og tá vann Makedonia tepurt 1-0 eftir at Føroyar annars høvdu havt nógvar góðar málmøguleikar.
Føroyska liðið sær stint út og eitt nú er Jóan Símun Edmundsson, sum gjørdist hetjan í søguliga 1-0-sigrinum á Russlandi og annars er partur av A-landsliðnum, við í byrjunaruppstillingini. Allir mans eru tøkir til dystin, og tað er liðskipari Viljormur Davidsen úr FC Fyn, sum annars hevur verið smáskaddur í lærinum, eisini.
Seinnapartin kunngjørdu U21-landslisðvenjararnir byrjunaruppstillingina, sum verður hendan: Kristian Joensen - René S. Joensen, Rógvi Holm, Erling D. Jacobsen, Viljormur Davidsen - Karl Løkin, Hallur Hansson, Róaldur Jakobsen - Gilli Sørensen, Klæmint A. Olsen - Jóan Símun Edmundsson.
Ein av føroysku venjarunum, Bill McLeod Jacobsen, ætlar sær fulla úrtøku burturúr heimadystunum hesaferð, sum altso eru í kvøld kl.19 ímóti Makedonia og týskvøldið kl.19 ímóti oddaliðnum Serbia.
- Sjálvandi ætla vit at fáa stig burtur úr dystunum. Málið er seks stig, tí hetta er næsti og triði heimadystur í hesi kappingini. Vit vita eisini at tað kann vera trupult at fáa fulla úrtøku í landsdystum ímóti so góðum fótbóltsliðum sum Makedonia og Serbia. Serbia hevur eina øgiliga styrki og Makedonia hevur ikki tapt í 15 dystum á rað. Men tað er nú einaferð soleiðis, at hetta er ein dystur á okkara heimavølli, har vit ætla at seta dagsskránna. Vit hava gjørt tað fyrr og ætla at gera tað aftur. Á heimavølli kunnu vit vinna á øllum, sigur ein sjálvtryggur Bill McLeod Jacobsen.
Hvussu ætla tit at spæla ímóti Makedonia?
- Tá ið vit leiktu móti Makedonia á útivølli í novembur í fjør, løgdu vit fyri við høgum trýsti. Hetta gekk sera væl og komu vit fram til fleiri málmøguleikar. Tá megnaði heimaliðið við snarálopum á føroysku gestirnar at bróta ígjøgnum og fáa eina málið, sum gav tepra 1-0-sigurin. Fríggjakvøldið fara vit at síggja eitt føroyskt lið, sum skiftir ímillum spæl við høgum trýsti og at trekkja seg og bíða, sigur Bill.
Dysturin í kvøld verður sum nevnt kl.19 á Ovara Vølli. Atongumerkini kosta kr. 50,- fyri vaksin og kr. 20,- fyri børn.