Føroyar førar fyri fullveldi

Bent Klinte, fyrrverandi ríkisumboðsmaður, heldur, at um fíggjarliga støða Føroya framhaldandi verður eins góð, sum hon er nú, eru Føroyar førar fyri at loysa frá Danmark

? Eg havi ikki lisið Hvítubók, men tó havi eg roynt at fylgt við tí, fjølmiðlarnir hava greitt frá um hana. Og eg má siga, at eg haldi tað, sum fer fram í løtuni, vera spennandi. Hvítabók ljóðar til at vera eitt spennandi verk, og sum eg skilji, er hon væl sett saman av fleiri møguleikum og dømum. Eisini, tá talan er um fíggjarliga partin.


Fiskivinnan grundarsteinur

Bent Klinte ásannar, at fiskivinnan er grundarsteinurin undir føroyska búskapinum. Og heldur hann tað vera torført at spáa um framtíðar búskap Føroya, tá fiskivinnan kann vera ógvuliga svingandi. Men hann sigur, at um tað heldur fram at gangast sum nú, kunnu Føroyar væl klára seg sjálvstøðugar. Hann ásannar tó, at fíggjarstøðan hjá einum so lítlum landi, sum Føroyar, altíð vil vera sárbær.

Harafturat vísir Bent Klinte á, at um Føroyar eisini fáa aðrar vinnur, sum til dømis oljuvinnu, skuldi borið upp aftur betur til at klára seg sum sjálvstøðug tjóð. Men fyrrverandi ríkisumboðsmaðurin vísir tó enn einaferð á, at hann ikki hevur lisið Hvítubók, og tískil ikki kann geva nakra skilgreinaða niðurstøðu, burturúr tí tilfari, ið Landsstýrið hevur givið út.


Keypa kunnleika

Bent Klinte leggur dent á, at tað ikki er nøkur loyna, at um Føroyingar gerast sjálvstøðug tjóð, verður neyðugt at keypa sær serkunleika á ávísum økjum uttanífrá. Hann nevnir tó, at tað ikki er vist, at neyðugt er at keypa allan serkunnleika, tí eisini ber til at fáa hann frá vinarlondum. Menn hann heldur heilt greitt, at á útbúgvingarøkinum og á ørðum økjum, har serkunnleiki krevst, er neyðugt at fáa fatur á honum uttaneftir.

At enda vísir Bent Klinte á, at hann heldur tað vera ógvuliga gott, at føroyingar síggja so bjart uppá møguleikan at kunna klára seg sjálvar, men hann heldur seg ikki kunna geva nakað heilt greitt svar um Hvítubók fyrr enn hann er vorðin betri kunnaður um innihaldið í henni.