Í farna mánað varð uppskot »Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar »anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om beskyttelse af havmiljøet« lagt fyri løgtingið. Eftir viðgerðina á tingi fór málið í nevnd og fer í næstum at koma til 2. og 3. og harvið endaliga viðgerð í tinginum.
Tað var Eyðun Elttør, landsstýrismaður í olju- og umhvørvismálum, sum legði uppskotið fyri tingið. Í viðmerkingunum stendur m.a. at tað í lógini frá 1993 um leiting eftir olju og gassi á føroyskum øki varð álagt, at arbeiðssetningurin hjá oljuráðleggingarnevndini eisini skuldi vera at gera uppskot til lóg og kunngerðir viðvíkjandi oljudálking av havumhvørvinum. Oljuráðleggingarnevndin boðaði í 1996 frá , at hon metti, at havdálking frá boripallum og umsiting av umhvørvisreglum fyri útleiðing frá boripallum átti ikki at verða viðgjørt í oljuhøpi einans, tí slík mál eru tvørgangangandi og hoyra av røttum heima í umhvørvislóggávuni hjá umhvørvismyndugleikunum. Landsstýrið tok undir við hesum sjónarmiði og setti ein arbeiðsbólk. Arbeiðsbólkurin hevur síðani arbeitt við at laga donsku havumhvørvislógina til føroysk viðurskifti, soleiðis at landsstýrið í størsta møguligan mun hevur ábyrgdina fyri havumhvørvinum innan føroyska fiskimarkið, herundir útleiðingarloyvum frá borivirksemi, dumping ol.
Tá nýggja havumhvørvislógin er komin í gildi er føroyska lóggávan innan havumhvørvið samsvarandi tí donsku. Føroyar kunnu tá lúka treytirnar í konventiónum, sum Danmark hevur ratifiserað, t.d. OSPAR.
Tað verður Heilsufrøðiliga Starvsstovan, sum kemur at umsita nýggju havumhvørivslógina saman við Vaktar- og Bjargingartænastuni. Neyðugt verður at økja um manningina á Heilsufrøðiliga Starvsstovuni og verður neyðugt við uppaftur størri orku, tá ið oljuleiting kemur at fara fram. Hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni er neyðugt at betra um móttøkuna av fráboðanum, betra um eftirlitið við føroyska havøkinum, betra um útgerðina til tilbúgving og upptøku av oljudálkingum, betra um upplæringina av manningum og at fáa játtan til keyp av meiri útgerð. Roknast má sostatt við, at umsiting av nýggju lógini fer at krevja økta orku komandi árini.
Flokkarnir á tingi tóku sum heild undir við at seta donsku lógina við broytingum í gildi.