Hóast Føroyar og Grønland eru í ríkisfelagsskapi, hevur fiskiveiðiavtalan millum londini ikki serliga stóran týdning. Í nýggju avtaluni fyri 2011 eru smávegis broytingar. Í samráðingum millum Føroyar og Grønland um sínámillum fiskiveiðirættindi, eru onkrar broytingar í nýggju avtaluni.
Broytingin er, at Føroyar nú lata grønlendingum 3.000 tons av sild í mun til 3.600 tons í gomlu avtaluni.
Føroyar fáa 100 tons av svartkalva í Vesturgrønlandi, og tað er ein minking á 25 tons.
Í Eysturgrønlandi minkar føroyska toskakvotan við 20 tonsum - úr 275 niður í 255 tons.
Sínámillum fiskiveiðiavtalan, sum nú er undirskrivað, er galdandi fyri 2011.










