FØROYAR fáa kappingarføra shippingvinnu

Skulu vit taka tað fyri góða vøru, sum løgmaður og landsstýrisfólk við ábyrgd av vinnumálum søgdu á Shipping Føroyar 2008, fáa Føroyar um ikki so langa tíð eina FAS-skipan, sum verður kappingarfør við líknandi skipanir í okkara grannalondum. Hetta góvu bæði Jóannes Eidesgaard, Bjørt Samuelsen og Tórbjørn Jacobsen lyfti um, meðan 300 ráðstevnuluttakarar lýddu á

Shipping 08

 

Ráðstevnan Shipping Føroyar 2008, sum varð hildin í Norðurlandahúsinum næst seinasta fríggjadag, hevði stóran áhuga millum føroyingar. Fleiri enn 300 luttakarar vóru við til tiltakið, sum eydnaðist sera væl.

Umboðini fyri landsstýrið, løgmaður, Jóannes Eidesgaard, Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna í vinnumálum og Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, góvu øll trý lyfti um, at nú skal FAS-skipanin gerast kappingarfør.

Her var eingin slingur í valsinum.

Tað var løgmaður, Jóannes Eidesgaard, sum setti stevnuna, og hann ásannaði, at nógv hevur verið tosað um at fáa shippingvinnuna at veksa, men at lítið og einki hevur verið gjørt við hetta.

Løgmaður gav lyfti um, at nú skal nakað henda, og í samgonguskjalinum hevur samgongan sett sær fyri at gera FAS (Føroysku Altjóða Skipaskrásetingina) kappingarføra við skipaskrásetingar í okkara grannalondum.

 

Bjørt og Tobbi

Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna, segði, at nú skal FAS gerast kappingarfør. Hon helt, at nú er nóg mikið tosað, samstundis sum lítið og einki hevur verið gjørt fyri at betra skipanina. Landsstýriskvinnan segði seg vera sinnaða at broyta skattligu viðurskiftini, so føroyingar í FAS fara at sleppa lættari í skatti. Hon segði seg kortini vænta, at hesin spurningur ivaleyst fer at elva til kjak.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Tórbjørn Jacobsen, var bersøgin, tá ið hann umrøddi, hvussu lítið er hent innan shippingvinnu seinastu nógvu árini. Hann vísti á, at føroyingum so líkt hevur alt bara verið fyribilsloysnir.

Tórbjørn vísti á, at lopið um gjónna má takast í einum – og ikki í tveimum. Hann helt, at um vit taka lopið í tveimum, enda vit ryggbrotin niðri í gjónni.

 

Dugnalig sjófólk

Anne Jorunn Møkster, ið er forstjóri í Simon Møkster Shipping, sum hevur nøkur skip skrásett í FAS, helt eisini, at ábøtur mugu gerast á skipanina. Hon ivaðist ikki í, at føroyingar hava førleikar at fáa nógv burtur úr shippingvinnuni, tí teir 100 føroyingarnir, hon hevur í arbeiði, prógva hvønn dag sítt dugnasemi.

Eisini Albertus Zwiers, tekniskur stjóri í Mærsk Supply Service og Klaus Kjærulff, forstjóri í Torm, nevndu mongu føroyingarnar, teir hava í arbeiði. Hjá Mærsk Supply Service starvast 81 føroyingar og hjá Torm 30. Mærsk legði eisini dent góða samstarvið við Sjóvinnudepilin, sum stendur fyri at útbúgva føroyingar hjá Mærsk í Føroyum.

 

Nógv tilmæli

Annfinn V. Hansen, sum er formaður í Reiðarafelagnum fyri Farmaskip, legði fram ein langan lista av tilmælum til landsstýrið um, hvussu FAS-skipanin kann broytast. Ítøkiliga málið hjá Reiðarafelagnum fyri Farmaskip er, at 500 skip skulu vera komin í føroysku FAS-skipanina í 2015.

Stjórin í Sjóvinnudeplinum, Lassi Borðoy, greiddi frá, hvussu føroyingar í verki kunnu vera undirveitarar av tænastum hjá stórum útlendskum reiðaríum.

John Rajani, leiðari á Corporate Finance-deildini hjá Føroya Banka, vísti á, hvussu til ber at keypa eitt heilt reiðarí ella skráseta tað á virðirsbrævamarknaði fyri at fáa meiri kapital.

Varastjórin í Danmarks Rederiforening, Jan Fritz Hansen, staðfesti, at Danmark longu er fremsta shippingtjóð í Evropa, og at danir ætla sær at halda fram at vaksa. Hann helt, at føroyingar eiga eisini at klára at veksa um sína shippingvinnu.

 

Fyriskiparar

Fyriskiparar av Shipping Føroyar 2008 vóru Føroya Banki, Sjóvinnudepilin og Reiðarafelagið fyri Farmaskip.

Tey, sum umframt fyriskipararnar stuðlaðu tiltakinum, vóru Team Beredskab, Supply Service, Thor og Mærsk.