Undir viðgerðini í vinnunevndini av fiskidøgum fyri næsta fiskiár, býtti nevndin seg í ein meiriluta og tveir minnilutar.
Meirilutin (Alfred Olsen, Bjarni Djurholm, Hanus Samró og Jógvan Skorheim) vísir á, at tey flestu, ið hava verið á fundi við vinnunevndina, taka undir við, at fiskidagatalið verður tað sama næsta fiskiár sum í verandi fiskiári.
Teir vísa á, at neyðugt er við stabilum kørmum um okkara fiskivinnu, so vinnan veit, hvat hon hevur at halda seg til og virka út frá. Víst hevur eisini verið á, at fiskidagaskipanin, sum er tann skipan, ið hóskar best til blandingfiskiskapin undir Føroyum, skuldi regulerast einans eftir, um skip, reiðskapur v.m. gerst effektivari - heldur enn eftir støddini á fiskastovnunum.
Í álitinum hjá meirilutanum verður eitt nú víst til tøl hjá Fiskiveiðieftirlitinum sum siga, at nøgdin av smáfiski var ovurhondsstór í 2009. Nógvar leiðir vóru áhaldandi stongdar í hesum tíðarskeiði.
- Tað vekir undran, at hesin árgangur púrasta tykist vera burtur úr føroyskum sjóøki. Ymiskar orøskir eru nevndar um, hví eingin tilgongd er, tó uttan at nakað endaligt svar er fingið upp á spurningin um tilgongd, og hví stovnarnir eru so illa fyri, sigur meirilutin.
Lagt verður aftrat, at tá umsitingarætlanin varð løgd fram á heysti 2011, var eitt nú víst á, at veiðitrýstið á hýsu er í samsvari við tilráðingarnar, og at mett verður, at tær reguleringar, ið longu eru gjørdar fyri tosk, og tillaginging av veiðitrýstinum fyri tosk, eisini fara at gagna hýsustovninum.
- Uppskotið hjá landsstýrismanninum leggur eisini upp til, at tað ikki skal vera neyðugt at stilla fiskidagar og annað á hvørjum ári. Hetta skal bert gerast, um gongdin yvir ávíst áramál vísir, at veiðitrýstið eigur at stillast av nýggjum. Tí hevur samgongan sett sær fyri at seta ein arbeiðsbólk, ið verður mannaður við umboðum fyri allar flokkar á tingi, sum skal ganga alla loyvisskipanina ígjøgnum og gera uppskot um neyðugar broytingar. Endamálið er at tryggja, at greiður ræðisrættur er knýttur at veiðiloyvum, fiskidøgum og kvotum, herundir um veiðirættindi skulu seljast á uppboðssølu.
Lagt verður aftrat, at arbeiðsbólkurin skal arbeiða fram ímóti, at regluverkið fyri loyvisskipanina verður greitt og einfalt at umsita, og uppskotið til umsitingarætlan frá 24. oktober 2011 verður grundarlagið undir hesum arbeiði.
- Arbeiðið við at endurskoða lógina um vinnuligan fiskiskap, sum er byrjað, tekur atlit til øll viðurskifti, ið eru nevnd í arbeiðssetninginum. Vit ivast ikki í, at hetta vil viðføra, at vit koma at hava eina góða fiskivinnulóggávu, sigur meirilutin, sum mælir løgtinginum til at samtykkja uppskotið hjá landsstýrismanninum um óbroytt fiskidagatal fyri næsta fiskiár.